Leitið ikki til Betel….. Søkið HARRAN, og tit skulu liva!
Betel hevði eina langa søgu í Íslael. Á veg til Kánansland reisti Ábram tjald sítt eystan fyri Betel (1.Mós.12.8), og ákallaði navn HARRANS. Sama gjørdi hann, tá hann kom heim aftur úr Egyptalandi (1.Mós.12.3-4). Tað var eisini í Betel, at Jákup droymdi um stigan (1.Mós.28.10-12,19), og seinni fekk hann sítt nýggja navn, Ísrael, á sama staði (1.Mós.35.9-15).
Tíverri, gjørdist Betel (hús-Guds) til Bet-Aven (hús-avgudanna), (Hos.4.15), tað var aftaná, at Jeroboam hevði gjørt eitt tempul til gullkálvin (1.Kong.12.28-33). Mong ár eftir hetta, tá Ísrael var lagt í oyði, setti Assýria, prestar í Betel fyri at oyðileggja landið (2.Kong.17.27-34). Staðið, gjørdist avgudur, istaðin fyri Gud.
Vandin stóst av, at tey vístu størri umsorgan fyri ognum enn ognarfólki Guds.
Plássi gjørdist “eitt-fólks gudsdýrkan,” ístaðin fyri “sannleiki Guds.” Hugmyndir ístaðin fyri hugkveiking frá Gudi. Tilbiðjan av bústøðum og tiltøkum, trokaðu tilbiðjan av Gudi burtur. Hesi bæði, sum komu ístaðin fyri Gud, elvdu og skaptu villeiðing til fráfall.
Ávaringin frá Amos er framvegis tíðarhóskandi: “Søkið HARRAN,” (Amos.5.6). Men lyftir var og er: “so skulu tit liva!”
Vit kom ikki at finna Gud á einum plássi ella í einum bústaði, men í einum persóni (Áp.4.12).
Vit kunnu ikki finna Gud í einum átaki, men í trúgv (Matt.6.33, Heb.11.6).
Gud er als ikki at finna í manna lyftum, men í lyftum og í kraft Guds (2.Pæt.1.4).
HMM III, Týtt PMH