Rómbrævið 1.18-32, Heidningurin

Rómbrævið 1.18-32

Heidningurin

v.18 Vreiði Guds opinberað av Himli

v.18 Gud leiðir okkum inn í rættarsal Sín, har rættvísi Guds verður opinberað.

Ikki fyrrenn menniskja veit, at tað er ein syndari, kann tað seta prís uppá stóru frelsu Guds í Kristi Jesusi. Paulus fylgdi grundreglum Bíbliunnar:

1). Fyrst lóg og fordøming, 2). Síðani náði og frelsa.

Rættarsalur Guds kann deilast upp soleiðis:

Heidningarnir sekir. (kap. 1.18 – 32)Grovir syndarar
Hyklarin sekur (kap. 2.1 – 16)Góðir syndarar
Hebrearin (Jødin) sekur (kap. 2.17 – kap. 3.9)Gudilgir syndarar
Heimurin sekur (kap. 3.9-20)Øll syndarar

Hetta skriftbrotið (Róm.1.18 – 3.20), lærir okkum ikki menning (evaluering), men djúpt fall (devaluering). Syndafallið fekk menniskja at søkka longur og longur niður, heilt niður um skriðdýrini.

Fimm fylgjandi stig vísa ræðuliga fall menniskjanna (devaluering).

  1. Vit og skil prógvar ósjónliga skaparan (v.18-20)
  2. Vóru fáfongd og dárar (v.21-23)
  3. Gud gav tey upp til hjartans lystir sínar (v.24-25)
  4. Gud gav tey upp til vanærandi lystir (v.26-27)
  5. Gud gav tey upp til sinni, ið einki er vert (v.28-32)

v.18-20 Vreiði Guds

1, Vit og skil prógvar ósjónliga skaparan (Róm.1.18-20)

Fyrst, vreiði Guds, opinberað, v.18:

Nøkur dømir:

Nóa vatnflóð yvir allan heimin. (1.Mós. Kap. 6 – 8)

Lot, Sodoma og býirnir, regnaði eldur og svávul, (1.Mós. Kap.19)

Egypt, Farao, 10 plágur, (2.Mós. Kap. 7-9)

Amalek abbasonur Esau, Harrin hevur kríggj við Amalek mann eftir mann. (1.Mós.17.16). Áramearar 185.000, (Es.37.36)

Gud tyktar sítt egna fólk sítt:

Synir Árons, fremmandan eld á altarið. (3.Mós.10.1-2)

Kora, Datan og Abiram. (4.Mós.16)

Ísrael 40 ár í oyðimørkini.

Ísrael í útlegd til Assýria og Juda til Bábel.

Samson, blindur. (Dóm.16)

V.19 Tað, sum vitast kann um Gud (Bíblia, nr.1 = Orð Guds)

Manna søgan byrjaði ikki við, at drekar tilbóðu avgudar og síðani gjørdust menniskju og byrjaðu at tilbiðja ein sannan Gud. Nei, tað var stik mótsætt. Manna søgan byrjaði við, at menniskja kendi Gud, men vendi sær frá sannleikanum og avnoktaði Gud.

Tað, sum vitast kann um Gud liggur teimum jú opið;

V.20 Ósjónliga vera Hansara (Bíblia nr.2 = náttúran, skaparaverkið)

Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara (Sálm 19). Tað skapta má hava ein skapara. Bókin má hava ein høvund. Málningurin má hava ein málara.

Skaparaverkið ikki bert vitnar um ein ósjónligan Gud, nei, ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleika Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara.

Skaparaverkið sigur frá einum skapara, men bert Golgata opinberar kærleiks-hjarta Hansara.

V.21-23

2, Vóru fáfongd og dárar (v.21-23)

V.21 Fyrst kúga sannleikan v.18. So, vóru tey dárar, og so lygnarar: skiftu sannleika Guds um við lygn v.25.

Menniskjað vildi njóta gávur Guds, men vildi ikki tilbiða og lova Gudi fyri somu gávur. Úrslitið varð eitt tómt sinni og myrkt hjarta. Menniskjað “tilbiðarin” gjørdist menniskjað “heimspekingurin.” Men menniskjans tómi vísdómur bert opinberaði menniskjans dárskap. Paulus skýrir hendan grikska hugsunnarháttin fyri “tíð vankunnleikans.” (Áp.17.30, 1.Kor.1.18-31).

Menniskjað vendi sær frá Gudi. Men menniskjað má tilbiðja okkurt, tí gjørdu tey sær sínar egnu gudar. Og vendu sær til avgudar, og máttu heysta tað tey sáaðu (2.Boð. 2.Mós.20.4-6). Tann fyrsti av hesum avgudum var menniskjað, sum Satan segði, menniskjað er ikki gjørt í mynd Guds, nei gud er gjørdur í mynd menniskjanna, og menniskja skuldi gerðast eins og Gud (1.Mós.3.5). Men úrslitið gjørdist, at menniskjað fall bert longur og longur niður til, fuglar, fýrføtt dýr og skriðdýr (v.23).

V.24-25

3, Givin upp til lystir sínar (v.24-25).

Frá avgudum til óreinsku, ómoral. Um menniskjað er sín egni gudur, kann hon gera hvat henni lystir, uttan at óttast rættvísan dóm. Tey høvdu ju skift sannleika Guds um við lygn. Lygnin er, at menniskjað er sín egni gudur, og tilbiður og tænir sær sjálvum, og ikki skapara sínum.

So tit verða sum Gud (1.Mós.3.5). Satan hevur altíð tráað eftir at verið tilbiðin sum Gud (Es.14.12-15 Matt.4.8-10), og sum avguda tilbiðjan fekk hann slíka tilbiðjan (1.Kor.10.19-21).

V.26-27

4, Givin upp til vanærandi lystir (v.26-27)

Eftir at at verða givin upp til lystir sínar (v.24), varð næsta stig niðureftir: vanærandi lystir. Sum vóru vanligir á Paulusar døgum, og sum nú eisini eru øktir í stórum á okkara døgum. Slíkar syndir verða aftur og aftur fordømdar í Skriftini (1.Mós.18.20, 1.Kor.6.9-10, Juda 7). Hesar synir eru nevndar við nøvnum sum: vanærandi lystir, synd móti náttúruni, skemdarverk, villa. Bæði kvinnur og menn vóru sek.

Og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var. (Rom 1.27).

Hvat var hendan lønin?

Tá falna menniskjað føldi ræðuligleikan av síni egnu synd, á sínum egna likami, skuldi tú trúð, at menniskjað angraði sína synd og vendu við til Gud, frá síni syndavillu. Men tað mótsætta hendi, sum er nevnt við 24 lýsingarorðum í næstu versunum.

V.28-32

5, Givin upp til sinni, ið einki er vert (v.28-32)

Tað er eitt sinni, sum ikki er ført fyri at fella rættan dóm. Menniskja kastaði seg fult út í alla hugsandi synd. Líknandi syndalisti finst í (Mark.7.20-23, Gal.5.19-21, 1.Tim.1.9-10, 2.Tim.3.2-5). Men tað ringasta er enn ikki komið. Tey ikki bert gjørdu hesar syndir opið og alment, men tey róstu sær av teimum, og eggjaðu hvør annan at halda á í sínum stóra gudloysi. Hvussu langt fall menniskja, sum byrjaði við Gudi og nú dýrkaði sínar egnu sjálvgjørdu avgudar, heilt niður til skriðdýr (v.23).

Tey hava tí onga avsakan.” (v.20).

Vit hava eina sera stóra ábyrgd av, at bjarga hesum djúpt falnu medmenniskjum okkara. Hetta gerst bert, og einast við at kunngera teimum gleðiboðskapin, evangeliið um Jesus Kristus, sum doyði fyri syndir okkara. Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín Joh 3.16.

————————————————————-

Skriftir frá gamla Ugarit í norð Sýria, vísa, at Kánanittar tilbóðu teir ómoralsku gudarnar El, Baal, Anat, Asera og Astartu, sum fult samsvarar við GT. Sex-sentrera religión, har børn vóru ofraði, slanguavgudsdýrkan, heilagar skøkjur, og geldir prestar. Vit kunnu illa hugsa okkum hvussu ljótt, andstyggiligt, sosiala fallið var, sum tann erotiska girnda avgudadýrkan hjá Kánanittiskum førdi til.

Paulus lýsir hvussu tann kensluborna trælalystin leiddi tey út í andaligan trældóm, sum kom av avgudadýrkan. (Rom.1.25).

Vanliga, tá menniskja gera sær ein avgud, ella skurðmynd, (idol), royna tey at gera sína egnu mynd til sín egna gud. Og av allari orku eisini at gera skurðmyndina heilaga, sum Indarnir gera við kúgv sína. Men endaúrslitið er altíð tað sama. Menniskja gerst trælur av og hjá sínum egna avgudi. Tey hava skapt sær sín egna idol, skurðgud. Søgan vísir, at tað er eingin munur á avgudabílæti, avgudastandmyndum og avgudahugsan. Úrsliti er tað sama. tey koma at gerast trælir hjá sínum egna avgudi. Tíverri kom eisini børn teirra at læra, líka í fjórða lið, um nú tey hata Gud, at heysta tað foreldur teirra sáðaðu, sum eisini hesum kapitul endar við (Rom.1.26-32):

Annað boðið:

Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini; (v.5) tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg, (v.6) men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni. (2.Mós.20.2-6).

Rom.1.26-32

Tey, sum vraka Gud, verða vrakaði av Gudi. Gud gevur tey upp til teirra egnu lystir. Tey fáa tað tey sjálvi leingjast eftir, og tað tey elska. Tey gerast moralsk pervers, avskeplaði. (Rom.1.26-27).

Moralsk Pervert

(Siðiliga Pervert= sprotin: kynssnúgvið fólk, kynsliga órættvorðið fólk, kynsligur frávíkur).

Paulus vísir á, hvussu tey geva seg sjálvi yvir til skammloysi, ónáttúrligt samlív, eins og var í Sodoma, og sum fekk Gud at lata regna eld og svávul av himli niður yvir tey, og knapt 2.000 ár seinni, ámintu ápostlarnir, Pætur og Judas, sína samtíð og er eisini ein áminning til okkum, nú aftur aftaná hesi umleið 2.000 árini (1.Mós.19, 2.Pæt.2.6, Juda 7). Nú á okkara døgum gerast hesar syndir meiri og meiri sjónskar og meiri og meiri ógvusligar, sum ongantíð áður, har bæði abortur og kynsskifti verða meiri og meiri vanligt.

Trýggjar ferðir lesa vit, at Gud gav tey upp v.24,24,28.

Rom.1.28-32

Mental Pervert (Sinnis, sálarliga, pervert)

Við moralskum perversiteti kemur mentalur perversitetur.

Ro 1:28 Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er.

Eins og moralskur perversitetur sáar syndaútsølu av sex,

soleiðis føðir mentalur perversitetur alt slags óndskap.

Paulus heldur á við at skrivað um fylgjurnar av mentalum perversiteti við at nevna 23 ávísar grovar syndir (v.28-31), og vísir á, at fall menniskjanna kennir sær onki afturhald, einki mark, men er á veg við fullari ferð niður í Sodomas avgrund, har Guds dómur bíðar teimum. Tey fáa tað tey sjálvi elska.

Úrslitið av skeivari hugsan, lækkar um manna virðið. Menniskja gerst órættvíst, ónt, haviskjúkt, órein, øvundsjúk, óálýtandi, følsk og óreiðulig. Gud hatarar.

Ei undur í, at hann byrjar við at siga, at tey hava tí onga avsakan v.20. Hvørki tey sum vóru í Róm ella grikkar, ella nútíðar primitiv stammumenniskju ella í framkomnum kristnum londum. Tey hava tí onga avsakan, onga umbering. Tey, ikki bert gera synd, men í heilhjartaðum stríði, stríðast tey fyri sínum syndigum avgudum, og síðani samla sínar felags syndarar í ein herð við felags syndigum heiti. Tey hava fyri langari tíð síðan blaka Gud fyri borð, út úr teirra hugsan. Tey hava gjørt seg sjálv sek yvir fyri einum rættvísum livandi Gudi.

Jesus segði, at Hann var ikki komin í heimin at døma heim, tí, heimurin var longu dømdur, nej, Jesus kom í heimin at frelsa heimin (Jóh.3.16-18).