Rombrævið 2.1-16. Hyklarin

Rómbrævið kap.2.1-16

v.1-2 Hvat hyklarin heldur um seg sjálvan

v.1 Tú, menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama! Vit vita, at dómur Guds – sum sannleiki býður – er yvir teimum, ið slíkt gera. (Róm. 2. 1-2)

Paulus fer nú frá tí grova syndaranum, (Róm.1.21-32), til hyklaran.

Tey, sum halda seg sjálvi verða betri enn hini, eins og farisearin í templinum, (Luk.18.11-14), sum stóð fyri seg sjálvan, og bað til sín sjálvs, so øll skuldu síggja hann. Ein stórur hyklari, sum ein dagin varð funnin av síni egnu synd.

Hyklarin heldur, at syndin hjá hinum er verri og størri enn hansara egna synd. Hann lyftir seg upp um hin meiri sjónliga syndaran, drankaran, skøkjuna, yvirgangskroppin og rósar sær sjálvum av sínum egna templi (likami, kirkju ella samkomu). Próvførslan er vanlig og skilagóð í hansara egnu eygum, men feilurin liggur í tí vanliga, at hann sammetir seg við tað ringasta, ikki tað besta, Jesus Kristus.

Tá Gud dømir, sleppur einki menniskja at siga hvør málistokkur skal nýtast. Tað verður eina og bert eftir málistokki Guds, sum er lóg Guds, sum Jesus útdýpaði í fjallaprædikuni (Matt.kap.5-7). Hendan talan, sum var á so høgum siðstøði, at bert menniskjasonurin, Jesus, sjálvur kundi liva upp til hesa lóg, undir vánaligastu lívsumstøðum, bæði í hugsan, orðum, gerðum og atburði. Einki menniskja kann nærkast hesum.

Um menniskju vilja samanbera seg sjálvi við onnur, kunnu vit royna fyrst at meta okkum saman við menniskjasoninum, Jesus Kristi. Tá vit gera tað, fella allar hyklara maskur og øll sjálvgóðska ferð í knús.

Hyklarin hyggur niður á hini, sum eru djúpt fallin, men hyklarin er umberandi yvir fyri sínum egnu syndum. Dávid er eitt gott Bíbliskt dømi. Dávid fall í sera djúpa synd, sum nakað menniskja kann falla í.

A) Hann fekk hug á og lokkaði konuna hjá einum av sínum bestu hermonnum. Urias, maður hennara, var fult trúgvur ímóti Dávidi, líka til at standa fremstur í bardaganum og var til reiðar at doyggja fyri konginum í krígnum.

B) Síðani kallaði Dávid hendan mann, Urias, heim frá hermótinum, til at fjala út yvir (hykl) sína egnu synd, men til fánýtis.

C) Síðani bað hann Jóab, herføraran, um at seta Urias fremst í bardaganum, fyri, at hann skuldi doyggja,

D) So tá boðini komu at Urias var fallin í bardaganum, giftist Dávid við einkjuni, konu Urias.

Tað sá út til, at alt gekk væl við at fjala út yvir (hykl) syndina, samtíðis sum kongurin sjálvur royndi at døma fólk sítt rættvíst.

Dávid hevði syndað móti Gudi, móti konu Urias, móti manni hennara, Urias, móti sær sjálvum, móti konu síni, móti Jóab, móti øllum fólkinum….. Syndin hevði ongan enda….. og ræðuligar fylgjur.

Men, fyri Gudi er alt nakið og bert. Maður Guds, profeturin Natan, kom til Dávid, við einum lýknilsi og segði: “Tú er maðurin!” Les (2.Sám.12.5-6).

v.3 Hvat finnur hyklarin (Róm.2.3)

Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds?

Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.” (Gal.6.7).

Hyklarin finnur útav, at synd hansara, fyrr ella seinni finnur hann.

Vit síggja eina góða mynd í søguni um hin burturvilsta sonin (Luk.15.11-32). Eldri sonurin vildi ikki gera seg til eitt við yngra bróður sín, men hugdi bert inn í seg sjálvan, og segði eg, eg, mær, eg:

Men hann svaraði faðirinum: »So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.” (Luk.15.29). Legg merki til hvussu hann í sínum egna hyklara hjarta, ynskti at fara avstað til landið langt burturi.” (v.13). Hann ynskti eisini innast inni at liva lívi fult út. Einasti munur á báðum brøðrunum, var at tann yngri var “djarvari”, og ikki sami hyklari sum stóri beiggi. Hin yngri sonurin var sekur í synd í holdinum, meðan tann eldri var sekur í synd í andanum, stoltleika, treiskni, beiskleika og hykli. Øll hava synda. Hann var líka stórur uppreistrarmaður ímóti pápanum, sum tann yngri, men nógv harðari at vinna. Ákaran: “Tú, gert tað sjálvur,” kundi verið sett við stóra yvirskriftin yvir hansara útvortis ólastandi virðiliga lívi.

v.4 Tað sum hyklarin gloymir (Róm.2.4)

Ella vanvirðir tú ríkidømi góðsku, tolinmóðs og langmóðs Hansara og veitst ikki, at góðska Guds leiðir teg til umvending?”

Ár 597 f.kr. kom Nebukadnesar, hin stóri kongur Bábels, og umringaði Jerúsalem og tók nakað av tí besta av fólkinum við til Bábel og setti so sín egna kong at ráða yvir Jerúsalem. Hetta var onnur av trimum útlegdum Ísraels. Hóast bæði Jeremias og Ezekiel profetar Guds, ávaraðu fólkið, sum var eftir í Jerúsalem, so lovprísaði fólki sær sjálvum. Tey sóu seg sjálvi, sum tey við himmalsku fyrimunum, tí tey sluppu undan útlegdini. Men tey gloymdu, at tey vóru í somu støðu sum hini av fólki teirra, sum vóru tikin í útlegd. Og gloymdu góðsku og langmóð Guds ímóti teimum, sum kundi leitt tey til umvending,av øllum tí lærdómi tey sóu. Tey hildu seg sjálvi vóru betri, tí tey sluppu undan dóminum. Og í líkasælu hildu tey fram í teirra soma gomlu syndum, inntil endaligur dómurin kom 11 á seinni, ár 586, tá Bábels kongur kom aftur, við ræðuligum dómi, har hann legði templið og allan býin í oyði, og gjørdi enda á kongadømi Ísraels. Tey vanvirdu, ríkidømi góðsku, tolinmóðs Guds, og vistu ikki, at góðska Guds leiðir til umvending.

Gud hevur nú í 2.000 ár í stóra langmóði Sínum bíða við Sínum rættvísa dómi, yvir øll tey, sum ikki vildu trúgva á rættvísa dóm Guds, sum var heltur út yvir Hansara egna elskða Son á Golgata. Fyri mínar og tínar syndir. Hann var offurlambið, Lamb Guds.

V. 5-6 Róm.2.5-6 Tað, ið møtir hyklaranum

Við tað at tú ert so harður, og hjarta títt kennir ikki angur, hópar tú tær upp vreiði á degi vreiðinnar, táið rættvísi dómur Guds verður opinberaður.

Setningurin: “hópar tú tær upp vreiði,” er ein rámandi mynd av syndaranum, sum samlar hvønn dag nýggja goymslu av óndskapi til komandi dagar. Gud skal viga hvørja hugsan, hvørt orð, og hvørja gerð. Bæði synd við vilja og av óvilja. Syndfylgjurnar móti okkum sjálvum, medmenniskjum okkara, og móti Gudi, eru undir framtíðar dómi, um vit ikki, nú, biðja Gud um náði, Nú. Eins og ringarnir spjaða seg frá steini kastaður í vatnið, inntil teir náa fjarrastu strond, soleiðis eru fylgjurnar av syndin, sum syndarin als einki tamarhald hevur á. Gud skal leggja alt á sína egnu gull vektskál. Soleiðis er hyklarin á sera tunnum ísi, tá hann byrjar at døma onnur. Ein og hvør verður dømdur eftir sínum egnu verkum sínum.

v. 7-16 Róm.2.7-16 Dómurin lýstur yvir hyklaran

7 Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika.

8 Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;

9 trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda, bæði Jøda – fyrst – og síðani Grikka,

10 men dýrd, heiður og friður yvir hvønn tann, sum ger hitt góða, bæði Jøda – fyrst – og so Grikka.

11 Tí hjá Gudi er ikki mannamunur; øll, ið syndað hava uttan lóg, skulu eisini fortapast uttan lóg; og øll, ið syndað hava undir lóg, skulu verða dømd við lóg.

12 Tí ikki tey, sum hoyra lógina, eru rættvís fyri Gudi; nei, tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd.

13 Tí táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg;

14 teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra

15 – tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi.

Dómur Guds yvir hyklarin er grundaður á atferð, hugburð, verk og persónligt virði.

v.7-10 Hyklarin verður dømdur sambært verk síni

Hetta er eitt torført skriftbrot í Rómbrævinum, tí tað sær út til at læra at frelsan er av verkum, at ævigt lív fæst við góðum verkum. Men slík læra er ókend í allari Skriftini. Men við at hyggja eftir heildina í evninum, sum hann viðgerð, síggja vit at hetta er grundað á vreiði Guds (v.18) dóm Guds. Sambært Orði Guds verður dómur Guds eftir verkum okkara. Men, hinvegin, lærir øll Skriftin at frelsan er av trúgv eina: Jesus svaraði teimum: »Hetta er “verk” Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.« (Jóh.6.29). Jesus lýsir trúnnað sum eitt verk. Tað er tað einasta “verk” sum kann frelsa menniskjuni.

Við at søkja eftir ævigum lívið, góðum verkum, dýrd, heiður og óforgeingiligleika, vísir hyklarin og syndarin ein góðan vilja, men tað er ikki grundarlagið fyri frelsuna. Frelsu grundarlagið er trúgv, og trúgv eina. Paulus viðgerð ikki í hesum broti, hvussu tú verður frelstur, men her, (Róm.1.18-3.19), lýsir hann vreiði Gud yvir syndaran, bæði heidningin og jødan. Seinni (Róm.kap 3.21-31, 4.4-6) lærir hann greitt og týðiliga at frelsan er av trúgv eina.

1. Tá Gud dømir ein perón, “einum og hvørjum eftir “verk” hansara” (Ro 2.6). Belsazar kongur fekk dómin:Vigaður ert tú á vektini og funnin ov lættur.”

  1. Fyrst vigar Hann orsøkina, hugburðin:Róm.2:7 Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika. Róm.2:8 Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
  2. Síðani vigar hann úrslitið av atburði hansara. Róm.2:9 trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda, bæði Jøda – fyrst – og síðani Grikka, Róm.2:10 men dýrd, heiður og friður yvir hvønn tann, sum ger hitt góða, bæði Jøda – fyrst – og so Grikka.

Tá hann nevnir tvær ferðir: “bæði Jøda – fyrst – og síðani Grikka,” leggur hann vekt á tann verunleika, at meiri ljós, tess meiri ábyrgd.

Tí kemur hyklarin (Róm.2.1-6), undir nógv størri ábyrgd enn heidningurin, (Róm.1.19-32), av tí einfaldu orsøk, tí hansara møguleiki hevur verið mangan størri, tað vísti hann jú við hykli sínum. Hansara egna hyklið opinberaði hann hvønn dag, at hann sjálvur vitsti hvat var aftanfyri hansara egnu maskuna.

Hyklarin verður dømdur eftir hvat virði hann hevur. (Róm.2:11-16)

Guds dómur er greitt sundurgreinaður. Fyrst vigar Gud fyrimunirnar:

Róm.2:11 Tí hjá Gudi ger ikki mannamunur;

Róm.2:12 øll, ið syndað hava uttan lóg, skulu eisini fortapast uttan lóg; og øll, ið syndað hava undir lóg, skulu verða dømd við lóg.

Tey, sum hava lógina, hava mangan meiri ljós enn hini, sum ikki hava lógina. Ein opin Bíblia gevur mangan størri fyrimun til at kenna Gud. Ljós er ljós, hóast veikt ella sterkt. Um tú vart vilstur í bølamyrkrið, og tráaði eftir at sleppa út úr myrkrinum, so vildi tað veikasta ljósið kunna hjálpt tær inn á beina leið. Men um tú hevði nakað at fjala, sum ikki mátti koma fram í ljósið, so hevði tú krógva teg fyri tí bjartasta ljósi. Dómurin bíðar øllum teimum sum vraka ljósið, men fyri tey, sum høvdu størri ljós, er tað minni umbering, og størri dóm.

Gud dømir eisini hugburð og áskoðan:

Róm.2:13 Tí ikki tey, sum hoyra lógina, eru rættvís fyri Gudi; nei, tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd.

Róm.2:14 Tí táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg;

Róm.2:15 teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra

Lógin, sum heidningarnir høvdu, var ikki í einum lógarsavnið, men í samvitskuni, men Jødarnir høvdu jú Móselóg. Samvitskan varð vakt við Guds talu, gjøgnum skapanarverkið (Rom 1:19-21, Sálm 19), men eisini gjøgnum lóg Guds. Samvitskan, sum varð vakt, kundi eisini verða herd og blindað, tí menniskja setur seg sjálvt upp ímóti opinbering Guds gjøgnum skaparaverkið og gjøgnum orð Guds, Bíbliuni.

Samvitskan er ikki ein kumpas men heldur ein píkastavur, sum kann nýtast til bæði gott og ónt. Foreldur brendu síni børn fyri Molok, men Buddisturin vildi ikki so mikið sum drepa eina flugu. Frá einari grøv í hina. Báðar samvitskurnar vóru skæddar og sjúkar.

Tann, sum hevur orð Guds at vegleiða samvitsku sína, er nógv meiri revsiverdur, sekur, enn tann, sum onga Bíbliu hevur. So Gud ger ikki mannamun, tá vit hugsa um fyrimun og hugburð. Alt hetta bert økir um skuldina hjá hyklaranum.

Niðurstøðan er: Paulus tosar um tann komandi dag, tá oyðandi dómur Gud skal koma.

Róm.2:16tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi.

Tað dulda, loynda hjá menniskjanum. Ein ræðuligur dagur, tá ljós Guds verður sett á øll duld verk myrkursins. Øll menniskju, uttan undantak, hava okkurt dult, ella fjalt, sum vit ikki burdu havt gjørt, og okkurt vit burdu havt gjørt, men sum vit ikki gjørdu. Gud hevur ikki vent blinda eyga til tað, heldur ikki gloymt tað. Ein dag verður alt tað dulda hjá hyklaranum og øllum menniskjum opinberað, hvat tað av sonnum var.

Men, gleðiboðskapurin, er, at Gud vil Gloyma okkum alt hetta, um vit trúgva á einasta “verk” Guds, frelsuverki Hansara, opinberað á Golgata.

Tí av náði er tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds.” (Ef.2.8).