Hjúnaskilnaður
Matt.19:9: Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor ; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.
Onkur vil útleggja hetta soleiðis: um tað var fyri hor, so kundi tú skiljast, og giftast uppaftur, uttan at dríva hor. Men um so var, mótsegði Jesus sær sjálvum, tí í sama versi endar Hann: og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor (Matt.19.9), og í versinum frammanundan:
“tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur”(Matt.19.6).
Táið tað var: ikki fyri hor.
Tað var loyvt, samb. skilnarbrævinum (5.Mós.24.1), at skiljast frá konu síni. Men um tosað varð um hor, var als ikki tosa um hjúnaskilnað ella skilnaðarbræv, tí tá skuldi tey bæði lata lív: ”Táið maður verður tikið í at liggja hjá giftari konu, so skulu tey bæði lata lív….” (5.Mós.22.22, Jóh.8.5). Men teir eftirlivandi óseku partarnir kundu frítt giftast uppaftur, tí maki teirra hevði jú lati lív.
Loyvi at skiljast, sambært skilnaðarbrævinum
Sambært skilnaðarbrævinum, táið tað ikki var fyri hor, ella sagt á annan hátt: fyri alt annað, “fyri nakað annað enn hor” (Matt.5.32). Hvat var so ”nakað annað, ella alt annað,” tað var um hann bert ”fann okkurt hjá henni” kundi hann geva henni skilnaðarbræv, og síðani giftast uppaftur (5.Mós.24.1). Eingin grund fyri at tosa um skilnað, tá tað var hor, tí tá var deyðadómur framdur, so hin parturin stóð fríur, at giftast uppaftur (5.Mós.22.28-29). Men hinvegin hevði tú loyvi at skiljast, ”fyri alt annað” enn hor, tí tá kundu tú nýta undantakslógina, skilnaðarbrævið, sum Móses fekk loyvi at geva teimum, tí hjørtur teirra vóru so hørð (Matt.19.8, 5.Mós.24.1).
Jesus avtekur skilnaðarbrævið
Men nú ger Jesus skilnaðarbrævið til einkis. Jesus setur tað úr gildi. Hann lyftir eisini alla lógina upp aftur á Guds høga støði (Matt.5.21-48). Hann sjálvur, er hægsti myndugleikin. Hægsti rættur hevði talað:
“Og Eg sigi tykkum.” Matt.19.9,
“Men Eg sigi tykkum.” (Matt.5.22,28,32,39,44).
Tann, ið giftist uppaftur drívur hor (Markus 10.12, Lukas 16.18).
Hetta sá út til at verða nýggir tankar, men so var als ikki, tí Jesus sipaði til umleið 2.500 ár frammanundan Mósesi, frammanundan skilnaðarbrævinum, frammanundan syndafallinum, til sjálva skapanina, til upprunaætlan Guds við hjúnabandinum.
Jesus lyftir lógarstøðið upp aftur á høga støði Guds
Jesus segði: “Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.” (Matt.5.17).
Hann kom at lyfta teirra lága lógarstøði upp aftur til Guds ætlan frá byrjanini.
Og soleiðis at seta “skilnaðarbrævið” úr gildi, tí tað var ikki í uppruna ætlan Guds, men ein framskundað lóg av hørðum hjørtum, sum strongdu á Móses:
„Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.” (Matt.19.8).
Tað, sum Jesus kom at fullkoma í hesum føri var millum annað:
„Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu…..tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur”(Matt.19.4,6).
Soleiðis fór Jesus aftur til hitt fullkomna hjúnabandi, sum Gud hevði innsett frá byrjanini (1.Mós.2.23-24).
Paulus ápostul lærdi somu læru um hjúnalagið: “ikki skiljast” x 4 (1.Kor.7.10-13).
PMH 1.4.03