Galatiabrævið Januar 2025
Innihalds Yvirlit:
- Kap. 1 – 2 Søga og upphav evangeliiums
- Kap. 3 – 4 Læran og váttan av evangeliinum
- Kap. 5 – 6 Tað verkliga og kraftin í evangeliinum
———————————-
Kap 1 og 2 Paulusar evangeliium, djúpa keldu og kraft.
Kap 3 Mótsetningurin av lóg og náði.
Kap.4 til 5.6 Hvat merkir andi-sonarrættarins, sum er komin.
Kap.5.7-6.18 Lív og atferð.
————————————
Ymisk orð sum koma ofta fyri: kross, frælsi, lóg, hold, lyfti, trælur, trældóm, trúgv, so munin millum verk holdsins, og ávøkst andans ella holdsins, 5.19-23.
—————————————————
Jesus, Paulus og Jákup kunngjørdu sama evangeliið:
Trúgv er ikki verk, verk eru ikki trúgv.
Náði eru ikki verk, verk eru ikki náði.
Í Galatia løgdu tey síni egnu verk afturat evangeliinum, fyri at fullføra frelsuna, men komu bert undur bann av somu grund.
Men í Jákupsbrævi, tóku tey verk burtur frá sannað evangeliinum, tá tey longu vóru frelst. Tað kallar Jákup fyri “deyð trúgv.”
Góð verk halda okkum frá fongsli, men ikki frá fortaping. Vit verða ikki frelst “av” góðum verkum, men “til” góð verk.
Vit verða frelst av náði eina,
við trúgv eina,
á Jesus Kristus eina.
(Ef.2.8. Áp.16.31).
Kraftin kemur gjøgnum evangeliið við heilaga Andanum.
Tástani, ikki fyrr enn tá, fáa vit kraft til at liva rætt.
Tað er trúvert orð, og um hetta vil eg, at tú skalt vitna við kraft, so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk.
Hetta er menniskjum gott og gagnligt. (Tit.3.8).
..sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk. (Tit.2.14).
Eisini okkara mugu læra at gera góð verk, alt eftir sum trongd er til, so tey vera ikki ávakstarleys. (Tit.3.14).
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. (Ef.2.10).
Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum. (Fil 2.13)
Tað, sum skapar andaligan ávøkst, er evangeliið við Anda Guds, og ikki okkara egnu verk (Gal.5.16-26), ikki lógin av Sinai, men kraftin í orðið krossins, (1.Kor.1.18).
Trúarlýdni, ella lýðin móti trúnni (læruni) fremur tokkalig góð verk fyri Gudi. Ikki mótsætt, ella øvugt, at tað eru verk okkara, sum staðfesta trúnna, men trúgvin, trúarlýdni, sum fremja verkini.
Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um,
men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni – Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen. (Róm.16.25-27).
————————————————–
Kap.1
V.1
Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi og Gudi Faðir, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu,
Hann byrjar í hinum brøvunum: við vilja Guds ápostul (1.Korint, 2.Korint, Efesus., Kolosse., 2.Tim.). Men her byrjan hann við: ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, sum millummenn, ella sum umboð, nei, eina við Jesusi Kristi og Gudi Faðir.
Við hesum máttmikla fyrsta versi, sær út til at Heilagi Andin hevur lagt ápostlinum nakað sera álvarsamt og tungt á hjarta. Tað koma vit eisini at ásanna, sum vit lesa alt brævið.
Tað vóru eingi menniskju, sum høvdu innsett hann, eingin Bíbiluskúli, eingi samkomuumboð, kirkjuumboð ella nøkur mannaskipan. Hinir 12 vóru sendir út av Harranum Jesusi Kristi. Teir høvdu eisini eitt serligt kall. Teimum tørvaðu ikki nøkur “skjøl:” umboðsskjøl, fulltrúarváttan, viðmælisbrøv; trúnaðarbrøv, elstaváttan, pastorváttan upp á rættin til at kalla seg ápostlar. Paulus verjir sítt ápostlaembæti við at siga: at tað er við Jesusi Kristi og Gudi Faðir (Gal.1.11-20). Vit finna ongan ápostoliskan myndugleika í dag at innseta nakran til verk Guds. Men, vit lesa: Og Gud hevur í samkomuni sett (1.Kor.12.28). Vit eiga øll at boyggja okkum undir fullkomna mynduleika Bíbliunnar. Katolikkar, protistantar, baptistar, og mangir aðrir bólkar hava sett sínar egnu til aftur at innseta andaligar myndugleikar. Enntá nakrir innan teir sokallaðu “brøðurnar” hava tikið sær tað frælsi at eftirapa hesum mannagjørdum myndugleikaleisti. Paulus spurdi heldur ikki hinar 12, sum høvdu verið ápostlar undan honum (Gal.1.17). Tí hava vit eitt at gera: boyggja okkum undir fullkomna myndugleika Guds og ápostlanna, sum Gud greitt hevur givið okkum gjøgnum Paulus Ápostul í heilum 2 kapitlum. (1.Tim.kap.3 og Tit.kap.1). Øll trúgvandi eru brøður, eitt likam í Kristusi (Róm.12.5, 1.Kor.10.17, 12.12.13.20, Ef.4.4). Bert nakrir fáir vóru, “tá,” ikki í dag, serligir ápostlar, við ápostlamyndugleika. Nú í dag eru nakrir kallaðir av Gudi til at virka í og út frá samkomu Guds.
V.3-5, Deyði Kristusar.
V.3
Hann byrjar við at staðfest sítt ápostla embæti. Sipar síðani til: náði veri við tykkum og friður frá Gudi og Faðir og Harra okkara Jesusi Kristi, (v.3). Evangeliið kom til teirra við ápostlinum, og førdi náði og frið til teirra. Náðin vísti til, at frelsan kom, óuppiborið, frá Gudi eina. Náðin sipaði til hvat Gud kundi gera, eina Gud, tá Hann sendi Son Sín sum Frelsara heimsins (kosmos). Tá hoyrdis frá krossinum: “Tað er fullgjørt.” Og hesi undurrfullu orð komu soleiðis at útihýsta øllum øðrum, sum menniskja kundi gera. Rós teirra var fullkomiliga útistongt. Hetta var grundarlagið undir trúnni, tí nýggju læruni, náðievangeliums Guds (Áp.20.24). Friðurin var úrslitið: frið við Gud, stór signing av at vera í sambandi við Hann, og kenna at “tað er fullgjørt,” og øll synd var fyrigivin, og tí kundu tey altíð liva í friði við Gud, í friði Guds. Men tað var júst frá hesi náði, tey vóru í vanda fyri at falla frá. Slík signing kundi aldri komi av at halda lógina. Legg merki til, at her eins og í v.1, nevnir hann: “Gudi Faðir” saman við “Harra okkara Jesusi Kristi,” soleiðis vísir hann til Guddómleika Kristusar. Teir eru eitt, Eg og Faðirin, Vit eru eitt, (Jóh.10.30).
V.4
Paulus vendir sær nú til sjálvt hjartað í evangeliinum: “sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara!”
- “sum gav Seg sjálvan“ (tað var ein verunleikin, tað var søga),
- “fyri syndir okkara,” (tað var grundin, tað var læran),
- “fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi,” (tað var endamálið, tað var ein opinbering)
- “eftir vilja Guds og Faðirs okkara!” (tað var vitnisburðurin, tað var æviga ráð Guds).
Hann sipar meiri til krossin enn til sjálvan deyðan.
Grundað á hesi orð: “sum gav seg sjálvan.” Hvør var Hann, í øllum Sínum stórleika, virðing, dygd, hátign og dýrd. Og tað var fyri okkara syndir. Hann ofraði seg sjávan fyri okkum, sum offur, bar syndir okkara, bar dóm okkara, fyri okkum, í okkara stað, doyði og reis uppaftur.
Um hetta er so, er eingin grund fyri at leggja nakað slags av lógarverkum afturat hesum. Um tað var Guds ætlan, Hann doyði fyri syndir okkara, so er Gud nøgdur. Tað vildi tí verið skeivt at lagt nakað afturat hesum. Endamálið var at frelsa og bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, mótsætt til í hinum komandi heim, (Mark.10.30, Luk.18.30). Orðið “bjarga” sipar til (gerðsøgn, Gud gjørdi tað), vísir til gleði og fragd Guds at bjarga syndarum.
Guds ætlan var ikki fyrst og fremst at taka okkum út úr hesum ónda heimi (tíðarskeiði, sum sermerkir hendan ónda heim, sum allarhelst sipar til mótsetningin “komandi heim, ella komandi tíð”), men at vit skuldu verða her og liva fyri Hann.
Men ein dagur kemur, skjótt, tá kemur Kristus aftur og tekur okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, antin við deyða ella við burturrykkingini, inn í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists (2.Pæt.1.11, 1.Kor.15.51-58. 1.Tes.4.13-18).
v.5
Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. Ikki okkum verið dýrd. Ikki av okkara verkum, men eina av náði Hansara við trúgv á Hann.
V.6
Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium.
So skjótt. Nøkur fá ár. Ikki bert burtur frá eini læru, evangeliinum, men burtur frá sjálvum persóninum, Honum, Kristi Jesusi. Venda burtur, sipar til hernarligt, tey vóru rýmd frá náðis evangeliinum, rýmd úr heri Guds. Tey høvdu vent Gudi bakið. Til eitt falskt, eftirgjørt evangeliið, sum tó einki annað er. Tey vóru við at vendu sær burtur frá frælsinum í Kristusi, frá náðisevangeliinum, inn aftur í religiøsa fangahús lógarinnar. Tey blandaðu lógarverk uppí náðis evangeliið. Sum hvørki var lóg ella náði, men ein fløkja ein rangsnúgvan av evangelium Kristusar.
V.7
sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar. Hetta “annað” evangeliið var bæði villeiðandi og rangsnúgvandi.
Vit lesa um ápostlafundinum í Jerúsalem: nakrir, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið, Áp.15:24; Teir elstu úr Efesus til Milet, á fund við Paulusi: Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum, Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær. (20:29–30). Verunleikin var, at tað var grundað á mannaverk, drivið av mannaorku, har náðin var ókend, slíkt var als einki evangeliið, als eingin gleðiboðskapur, bert ein kúvendan aftur inn í myrka ófrælsa lógarfongslið (Gal.3.10,13, 23).
Hvussu kann ein boðskapur grundaður á hjálparleysa menna orku, manna ráð og verk, roknast fyri eitt gleðiboð, eitt evangeliið. Hvussu kann eitt manna krav, sum er ómøguligt at fremja í verki, vera kallað eitt gleðiboð. Ein og hvør, sum boðar ein frelsuveg, sum á ein ella annan hátt er grundaður á mannaverk, heldur enn á náði Guds, oyðileggur boðskapin í evangeliinum. Tey bert villleiða ærlig og álvarsom trúgvandi. Tey hava einki evangeliið. Eingi gleðiboð. Tey bera ein banningarboðskap (Gal.1.8-9).
V.8-9
Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!
Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!
Hann sigur: eingil av Himli, ikki eingil Guds, ella eingil Harrans.
Orðið annað kemur tvær ferðir fyri, v.6 og v.7, og tvær ferðir fyri i v.8 og v.9. Eisini tvær ferðir Bannaður. (Akan bannlýstur, Josva 7.1, 22.20). Paulus ynskti, at bann skuldi koma yvir ein og hvønn, sum kunngjørdi annað evangelium.
Frelsarin strýddi einsamallur á Golgata. Gud Mín, Gud Mín hví ert tú farin frá mær.
Frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.” (Áp.4.12).
Eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini havi tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara eftir skriftunum, at Hann var jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum (1.Kor.15.3-4).
Middepulin í Evangeliið var há og spott, blóð og deyði. Tað var tað, sum hendi á Golgata. Tí er hitt sannað evangeliið dárskapur fyri heiminum. Tí orð krossins er víst teimum dárskapur … (1.Kor.1.18)
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er kraft Guds… (Róm.1.16).
Frelsarin stendur fyri seg sjálvan, sum hin Stóri frelsari, Messias, Kristus.
Frelsan fæst eina av trúgv og við trúnni, (Róm.3.30).
Hin sannað frelsa gevur Frelsaranum tøkk og lov og dýrd:
Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. (Gal.1.5).
Og gevur syndaranum frælsi.
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok! (Gal.5.1).
Annað evangelium
Gal.1.5-9
4 ferðir “annað (mótsætt) evangelium.” Sum tó einki annað (av sama slag) er. Tað er bert eitt evangelium. Evangelium merkir = (góð tíðindi, góður boðskapur). Jesus segði: Eg eri vegurin, (Jóh.14.6). Hvat so við øllum ymiskum lærum um frelsuna?? Hann verið bannaður!!
Galatia (Lystra og Derbe). Har kunngjørdu teir evangeliið (Áp.14.7,21). Hvat var evangeliið? Ápostulin lýsir hetta nágreinuliga í Rómbrævinum, hvussu Gud tilroknar rættvísi, eina av náði, til syndarar (Róm.3.10-18), ein við trúgv á Jesus Kristus (Róm.3.22), uttan verk, (Róm.4.6).
Men nú kunngjørdu Jødarnir eitt annað (mótsætt) evangelium, av verkum, lógarverkum, mannaverkum. Hvat var tað fyri ein boðskapur?
- venda tykkum burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, (Gal.1.6).
- bert eru nakrir, sum villa tykkum (Gal.1.7)
- Og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar (Gal.1.7)
- Ella royni eg at toknast menniskjum! (Gal.1.10)
- at lúra eftir frælsi okkara, sum vit hava í Kristi Jesusi (Gal.2.4)
- so teir kundu gera okkum til trælir (Gal.2.4).
- følsku brøðrum, ið høvdu sníkt seg inn at lúra eftir frælsi okkara, (Gal.2.4).
Hvat lærdu og kunngjørdu teir? »Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!« (Áp.15.1). Tey máttu venda aftur til lógina, sum varð givin við Mósesi, av Sinai (2.Mós.31.18), aftur til lóg, boð og fyriskipanir. Aftur til halgisiðir. Aftur til umskeringina. Teir lærdu, at um hetta gamla ikki varð lagt afturat frelsuverki Kristusar, so kundu tey ikki frelsast.
Men mannaverk og mannaboð kundu bert oyðileggja frelsuna. Jesus segði: Tað er fullgjørt. Sjálvt Guds verk við Mósesi, sum varð givið fyri umleið 1.400 ár frammanundan, og sum teir royndi at leggja afturat fríu frelsuni, fyri at gera frelsuna í Kristusar tryggar. Men tað mótsætta hendi. Frelsuvissan og frelsutrygdin gjørdist bert ótryggari, tí nú var mannaverk og mannaboð, og lógin av Sinai blanda uppí. Eins og gift latin í reint vatn. Hesi lógarboð, ofringar, umskering oa, sum kom frá Gudi við Mósesi, til eitt ávíst endamál, til eina avmarkaða tíð, og var málrættað til komu Kristusar:
Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara – til Kristus, (Gal.3.24, 3.19-21).
Kristus er endi lógarinnar (Róm. 10.4).
Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. (Jóh.1.17).
við lógini kemur sannan av synd, (Róm3.20).
Men lógin kom aftrat, fyri at fallið skuldi verða stórt; (Róm.5.20).
Ápostulin sigur: Kemur onkur og prædikar annan Jesus (2.Kor.11.4).
Evangeliið er sostatt ein boðskapur um bert ein persón, Son Guds Jesus Kristus, Messias, sum kom at frelsa syndarar.
Eingin annar, hvørki eingil av Himli, Móses, Paulus ella nakar annar kundi leggja nakað afturat evangeliinum, uttan ræðuligan tvífaldan dóm: “hann veri bannaður” (Gal.1.8-9).
Frelsuverki Kristusar. ”Tað er fullgjørt” (Jóh.19.30).
Men um so vit ella eingil av himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður (Gal.1.8).
Hann nýtir sera sterk orð um tann, teir ella tey, sum kunngera annað evangelium, hann sigur ikki minni enn tvær ferðir: Hann veri bannaður! (Gal.1.8-9).
Sannað evangeliið:
Rómbrævið útleggur evangeliið. Teir fyrstu kapitlarnir út til kap.3.18 vísa á, at øll menniskju er syndarar og fortapt, hvør muður teptur. Vit kunnu lesa niðurstøðuna: Róm.3.9-19. Síðani síggja vit rættvísi Guds opinberaða (Róm.3.20-21).
Hendan frelsan er av náði eina, við trúgv eina, á sjálvum Frelsaranum, Jesusi Kristi eina.
Hvussu stór er hendan frelsa? Eins og sjálvur frelsarin, Jesus Kristus, hesin er hin sanni Gud og ævigt lív (1.Jóh.5.20).
Hvussu leingi varðir hendan frelsan? Líka leingi sum Frelsarin. Hann er ævigur. Tann, ið trýr hevur ævigt lív (meiri enn 20 ferðir í Jóh.evang).
Hvussu sterk er hendan frelsa? Líka sterk sum Frelsarin. Almáttigur.
Hvussu vís er hendan frelsa? Líka sum Frelsarin. Alvísur.
Hvussu trygg er hendan frelsa? Líka sum Frelsarin, Gud.
Munurin millum sannað evangelium, og annað evangelium:
Sannað evangelium: Friður, Trygd, Vissa, Vón.
Annað evangelium: Ófriður, Ótrygd, Óvissa, Vónloysi.
Niðurstøða:
Tað er bert eitt evngeliið.
Einki annað evangeliið (4 ferðir, Gal.1.6-9)
Bannaður tann, sum kunngerð annað evangeliið. (Gal.1.8-9)
Onnur evangeliið verða kunngjørd, men tað er bert eitt sætt evangeliið, hini hava broytt hitt sannað evangeliið, og tikið friðin, trygdina, vissuna og vónina burtur.
Paulus sigur: Hvat tað er, og hvar tað er komið frá.
- Hvat tað er:
Tað er náðisevangeliið, av Guds stóru náði. Um tit venda tykkum frá Honum, sum kallaði tykkum við náði Kristusar, er tað at venda sær frá evangeliinum.
Hvørja ferð lærarar byrja at rósa menniskjum, at tey kunnu leggja nakað afturat frelsu síni við verkum, gudsdýrkan, hugspeki, álvarsemi, verður náðisevangeliið oyðilagt og vanvirt. Men sannað evangeliið fagnar og fremur fríu náði Guds.
- Keldan ella upphav evangeliiums
Sannað evangeliið er evangeliið, sum varð opinberað ápostlinum frá Jesus Krist sjálvum. Við øðrum orðum, Ný-Testamentsins evangeliið. Hygg Gal.1.8-9. Paulus lesur bann yvir hvønn tann, sum kunngerð eitt annað evangeliið, enn tað, sum hava kunngjørt tykkum, sum tit hava tikið við.
Uppruni, eyðkenni, sum øll læra og áskoðan verður mett út frá, verður roynt við byrjanini av kunngerðingini av evangeliinum, sum ápostlarnir prædikaðu og sum nú er endurtikin í Nýggja Testamenti..
- Tann, sum vrakar evangeliið.
Líka mikið hvør hann so er, sum vrakar sannað evangeliið, hann skal sjálvur vera vrakaður.
Sjálvt um tað er eingil av Himli. Ella um tað er sjálvur ápostulin. Líka mikið hvussu mangar Bíbliuskúlar hann so hevur roynt, ella hvat heiti hann so hevur, pastor, prestur, bispur, kardinalur, professare ella pávi, hann verði bannaður. Og slíkir skulu verða vrakaðir.
Vit eiga at døma teir eftir boðskapinum teir prædika, ikki evangeliið eftir boðskapi teirra.
Boðberðin prógvar ikki virði í boðskapin, men boðskapurin prógvar virði í boðberðanum.
Vit eiga at døma nútíðar boðskap eftir hesum meginreglum, sum í dag verður boðaður
á als slags altjóða miðlum, bæði av monnum, kvinnum, ungum og eldri, í skrift og talu.
Rannsaka um hugsan teirra samsvarar við fríu náði Guds og einfaldu læru Nýggja Testamentsins?
Um ikki, eiga vit at vraka teirra boðskap, hvussu so virðingarverdur sjálvur boðberðin er. Men standa tey royndina og halda seg til náðisevangeliið Paulusar, eiga vit at fegna boðskapi teirra.
Vit mugu ikki verða sum Jødarnir, sum frá byrjan vildu blanda lógarverk upp í boðskapin (Áp.15), ella sum Galatararnir, sum vildu venda aftur til lógarverk, tí so gagnar Kristus tykkum einki. Vit eiga í lívi og atferð at boðan og kunngera hendan náði-boðskapin fyri øllum menniskjum.
V.10
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
Paulus heldur á við próvførslu síni fyri einum sonnum evangeliið. Hann vísir á hvussu, hann sjálvur prædikar evangeliið, so hann ikki kemur undir bannið, sum er nevnt tvær ferðirnar í vers 8 og 9, Hvussu kundi hann verja sín lut sum sannur boðberið. Jú, hann ræddist ikki menniskju, og hyklaði heldur ikki, eins og Pætur (Gal.2.11-16), men óttaðist Gud. Hvussu við tí hann sigur um seg sjálvan: “Hinum veiku eri eg vorðin veikur – fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur!” (1.Kor.9.22). Vísir hetta á ein óálítandi veikan mann, sum boðar evangeliið til ein og hvørs tørv, umskering og lóg fyri jødum og nakað annað fyri heidningunum? Mótstøðumenn hansara vildu allarhelst víst á dømir sum Timoteus og Titus, sum báðir vóru umskornir. Nei. Paulus var greiður, bæði í læru og kunngering, hann var heilhjartaður: ”Eingin kann tæna tveimum harrum;” (Matt.6.24). Paulus skrivar greitt um hvør dømir hann. “Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli – ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin. (1.Kor.4.1-5). Paulus stóð stinnur og sterkur mitt í einum tíðaranda, sum var fyltur við neyðsemjum (komprimis). Hann var als ikki nakar religiøsur politikkari, sum royndi at toknast øllum bert fyri at fáa nakrar eyka stemmur, nei, hann lat seg ikki kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøldur av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar, (Ef.4.14).
PMH