Ápostlasøgan 1.1

Jesus fór undir at gera og læra

Hví eru so nógv líknilsir, undur og tekin í evangeliunum og so lítið av hesum í brøvunum? Hví er so nógv skriva um samkomuna í brøvunum og næstan einki í evangeliinum? Hví fáa jødar so nógv pláss í evnageliinum, men brøvini gera ikki mun á jøda og heidningi? Soleiðis kundu vit hildi á og spurt.

Hvussu skulu vit skilja munin millum evangeliini og brøvini?

Fjarstøðan ella hesin teinur sær út til at verða sera langur. Hendan gjógvin ella hetta millumrúm, gloppi, verður náttúrliga fylt út, og knýtt saman við Ápostlasøguni, hendan bókin kemur ímillum evangeliini og brøvini. Treytin fyri yvirhøvur at kunna skilja Nýggja Testamentið, er at kenna hesa samanknýting, hendan liðin, hesa sambinding. Ápostlasøguna, og soleiðis verða allir hesir spurningarnir loystir. Tí er sera umráðandi at skilja Ápostlasøguna. Hví valdi Jesus sær nakrar fáar ápostlar. Hvat lærdu Meistaranum teir?

Tað síggja vit í søguni, um hvat hesir menn gjørdu og lærdu.

Ápostlasøgan 1.1

Hina fyrru bókina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir at gera og læra, (Áp.1.1).

The former treatise have I made, O Theophilus, of all that Jesus began both to do and teach1 (Áp.1.1, KJV).

Den første Bog skrev jeg, o Theofilus! om alt det, som Jesus begyndte både at gøre og lære, (Áp.1.1, Donsk frá 1933)

Alt tað, sum Jesus fór undir2 at gera og læra.

”Fór undir” er jú tað sama sum at byrja eitt verk, og ikki gera tað liðugt. Var tað so ikki fullkomið, sum Jesus gjørdi:

Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera (Jóh.17.4).

Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ (Jóh.19.30).

Er nakar mótsetningur millum tað, sum Jóhannes og Ápostlasøgan siga frá. Ella var tað bert nakað, sum Jesus fór undir at gera, hann bert byrjaði og so tóku Ápostlarnir og gjørdu tað fullkomið. Nei, tað, sum Jesus gjørdi ”fullkomið,” var eingin mannahond før fyri at gera, tað var at taka synd mína og tína burtur og vinna okkum æviga rættvísi, tá Hann gjørdi sítt stórsta verk, har á krossinum at leyskeypa syndaran frá fastatøku Satans og við deyðanum gera hann, sum hevði veldi deyðans til einkis, og vinna æviga endurloysing til okkum gudleysu, fortaptu, vónleysu syndarum.

Tað, sum eingin annar kundi gera, tað gjørdi Jesus. Men tað, sum menniskju kundu gera, lat Hann tey fáa loyvi til at gera.Vit kunnu taka nøkur dømir:

Jesus segðu um kvinnuna, sum salvaði Hann:

Hon gjørdi tað hon kundi.” (Mark.14.8).

Tá ið Jesus reisti upp Lazarus, segði Hann:

Takið burt steinin!”

„Loysið hann og latið hann fara!“ (Jóh.11.39-44).

Bert Jesus kundi reisa Lazarus upp, men menniskju kundu taka steinin burtur, og kundu eisini loysa hann úr líkklæðunum, sum hann var vavdur og bundin í.

Frelsan var sera stór og fullkomin, sum eingin annar enn Jesus gjørdi ella kundi gera. Tað er ein tátíðar hending og skal aldri gerast umaftur.

Tað er fullgjørt!

Men at fáa boðskapin út syrgdu ápostlarnir fyri. Tí tað eru menniskju før fyri at gera.

Hvat gjørdi Jesus?

Hvat skulu vit gera?

Hvat gjørdu ápostlarnir?

Jesus gjørdi:

Jesus legði grundvøllin:

Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus (1.Kor.3.11).

Vit gera:

Hvat kunnu vit gera, sum standa á grundini, jú, vit sum trúgva á Jesus Kristus, kunnu byggja:

Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi, so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna (1.Kor.3.12-13).

Ápostlarnir gjørdu:

Hvat kundu ápostlarnir gera. Kundu teir verða við í grundvallararbeiðinum? Tað kann virka mótsigandi, at siga, at Jesus Kristus er grundin (1.Kor.3.11), og samstundis siga ”grundvøll ápostlanna:”

tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur (Ef.2.20).

Hví sigur hann nú, „grundvøll ápostlanna”?

Jú, tað er júst í Ápostlasøguni vit síggja ”grundvøll ápostlanna,” og ”tekin ápostuls.” Tað vóru bert ápostlarnir, og ikki okkum, sum Harrin Jesus sjálvur útvaldi til hesa serligu, ápostlauppgávu. Men, í sama versi, ger Paulus greiðan skilna millum ápostlarnar og Kristus, við at siga –

”hornasteinurin er Kristus Jesus Sjálvur.”

Hann sjálvur, og eingin annar, er hin livandi steinurin (1.Pæt.2.4).

Eingin, aldri, nakratíð, kann javnsetast ella javnmetast við Kristus Jesus Sjálvan, hvørki ápostlarnir, og enn minni vit.

Jesus segði eisini við Pætur ápostul, tá Pætur játta hann sum Kristus:

So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni. Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.“(Matt.16.18-19).

Aðra grund kann nú eingin leggja. Men ápostlarnir fingu eina serliga uppgávu, sum onnur ikki fingu.

Tí kallar Paulus ápostul nakað fyri, tekin ápostuls:

Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum.(2.Kor.12.12).

Hornasteinurin er lagdur. Aðra grund kann eingin leggja.

Ápostlasøgan sigur frá „grundvølli ápostlanna,“ og hetta heldur á gjøgnum brøvini í Nýggja Testamenti.

Tey, sum komu aftaná ápostlunum, fingu ikki loyvi til at verða við í grundvallararbeiðinum, men skuldu, ”síggja til,“ hvussu tey bygdu á sjálva grundina, bert tí einu grund:

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu. (Matt.7.24-25).

Tíverri síggja vit í dag at kristindómurin byggir á nógvar sjálvgjørdar mannagrundir:

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“ (Matt.7.26-27).

Tann 20.03.2005 var ein harður jarðskjálvti í Japan, (6 stig eftir Richter skalanum), men hann gjørdi ikki nógvan skaða. Eitt atomverk, sum stóð í jarðskjálvtaøkinum fekk ongan skaða, tí bygningarnir, tekningarnir vóru gjørdir til jarðskjálvtaumráðið.

Tíverri síggja vit í dag, at samkomur ikki verður bygdar eftir fyriskipaðan ápostlanna. Fuska og sjuska verður við tekningunum. Ikki verður lurtað eftir eftirlitinum. Vánaligt tilfar verður nýtt. Men, hóast tað, sær alt so sera gott út.

Hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann, við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum! (Heb.2.3-4).

Tað var hendan stóra frelsa, hetta stóra verk, sum jú “fyrst” var kunngjørd við Harranum, sum Jesus byrjaði, fór undir at gera (Áp.1.1),

“síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann.”

Tí er vers eitt í Ápostlasøguni bindiliðið millum tað, Jesus “fór undir at gera,” og tað sum “síðani,” var staðfest okkum av ápostlunum.

Ápostlasøgan kundi líka so væl verði kallað Heilaga Andans søga.

Uttan Heilaga Andan var eingin Ápostlasøga, eingin samkomusøga. Uttan áposlarnar var eingin ápostlasøga og uttan okkum, sum komu ataná, var eingin samkomusøga. Hetta er alt væl tvinna saman. Frelsuætlan Guds. Har hvør einstakur hevur sína serligu uppgávu, náðigávu, tænastu, á tí eina likami, samkomuni, likam Kristusar (1.Kor.6.15, 12.27).

Verkið sum Jesus “fór undir at gera,” sum Hann byrjaði, og ikki gjørdi liðugt, helt á við Heilaga Andanum, ápostlunum og øllum teim trúgvandi líka upp til okkara dagar. Hetta stóra verk er framvegis ikki liðugt, men ein dagur kemur, tá heidningarnir eru komnir inn í fullum tali, og alt Ísrael skal verða frelst (Róm.11.25-26). Tá er æviga frelsuráð Guds fullført. Ápostulin fekk hetta opinbera, og ei undur í, at hann breyt út í lovsong, tá hann var í holt við at læra øll hini heiløgu Guds í Róm hesar stóru sannleikar:

Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara! Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara! (Róm.11.33-34).

Hetta var júst tað, sum Jesus segði:

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri – og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin; (Jóh.14.12).

Ikki størri í virði, einki kundi verða størri enn verk Hansara á krossinum, sjálvandi, men hetta verkið gjørdist størri í rúgvu, í mongd. Tað skuldi ikki bert verða í Jerúsalem (1), men eisini Samaria (2) og líka til enda jarðarinnar (3), (Áp.1.8). Eins og bygningurin er størri og sæst betri enn grundin. Grundin er ofta undir jørð. Størri bygningurin er, minni er grundin í mun til bygningin. Tú sært ikki grundina í einum háhúsi. Men grundin er ikki minni týðandi enn allur bygningurin. Tá ið Jesus endaði sína megnar fjallaprædiku, vísti hann sjálvur til bygningar, sum vóru grundaðir á hellu ella á sand, (Matt.7.24-27).

Hetta stóra verk, sum Jesus byrjaði, ella “fór undir at gera,” (Áp.1.1), hesin stóri bygningur, er ikki “innilokaður enn.” Hann veksur og veksur til ein dag síðsti steinur og síðsta klípi er sett í. Tá skal hin vrakaði hornasteinur, verða ærdur, sum útvaldur og dýrabarur steinur (Es.28.16, Sálm 118.22, Matt 21.42, Áp.4.11, 1.Pæt.2.6).

Ápostlarnir sum vóru við til “jørð og betongarbeiði,” vóru við til grundvøllin, eru ikki meir. Grundvøllurin er liðugur. Vit eru komin inn í arbeiði.

Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja (Mark.13.34).

Hvønn til sítt. Soleiðis hava vit fingið hvør sína uppgávu. Allarhelst sipar Hann til Heilagi Andin, sum duravaktaran.

Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg(1.Kor.12.11).

Limir av sama likami.

Gera og læra

Jesus fór undir at gera og læra (Áp.1.1).

Fyrst at “gera” so at “læra.”

Ikki sum Fariserararnir.

Jesus segði: “teir siga og gera ikki.” (Matt.23.3).

Gera

Gerið og haldið tí alt, ið teir siga tykkum! Men takið ikki eftir verkum teirra! Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki! (Matt.23.2).

Paulus segði við Timoteus:

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt! (2.Tim.2.15).

Fyrst gera, “ger tær ómak,” so ”sum lærir sannleiksorðið rætt!”

Hvat nyttar at læra um gerðirnar ikki samsvara.

Gerðirnar doyva og køva læru.

ella

Gerðirnar prýða og skrýða læru.

”Um tú ætlar orð Guds at læra

Mugu gerir eisini samsvara

Annars verður hetta bert at særa

Tann vanvirda lítla frelsta skara.”

Hetta er ikki bert persónliga, men eisini samkomuliga.

Hvussu gera vit í samkomu Guds?

Vita vit hvat, hvør ella hví samkoma Guds er.

Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.(1.Tim.3.15).

Her síggja vit aftur bygningin, “sum Jesus fór undir at gera.” Hetta er stuðul og grundvøllur sannleikans.

Elska vit Hann, sum er sannleikin? So tala vit um sannleikan.

Læra

Jesus fór undir at gera og læra (Áp.1.1).

Jesus lærdi lærisveinarnar. Ápostlarnir lærdu hesa læru víðari. Brøvini er fylt við læru til okkara.

Orðið lærisveinar, læra, lærir, lærdu o.sfr. kemur fyri út við 464 ferðir í Nýggja Testamenti.

Læran, orðið, fær nógv skot fyri bógvin í dag.

Javnan verður sagt hvussu møtini verða og so verður lagt afturat: “so verður eitt lítið orð í endanum.” Orðið, læran fær lítið pláss.

Ofta verður sagt í dag: “Tað er ikki bara at læra, vit mugu gera nakað.”

Men spurningurin er hvussu skulu vit gera “nakað” um vit ikki vita ella læra hvussu vit skulu ger tað.

Hvat við hjúnalagnum? Jú,

Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan?

Við at halda seg eftir orði Tínum. (Sálm 119.9).

Hvussu skal hin ungi halda veg sín óreinan

Við at halda seg eftir tí hann sær og lærir av lívi og vranglærarum.

”Læra vit” ella ”Spæla vit.”

”sannleika” ella ”stuttleika.”

Hvussu nógv gera vit burtur úr hesum í samkomunum?

Er tað Guds samkoma ella er tað bert okkara spælipláss?

Tey sum leita eftir sannleikanum, royna kanska fyrst í samkomuni, og hvat finna tey?

Ella er ljósið okkara vorið til myrkur?

Ella leiðir gøta okkara til veg gudleysra?

Ella til …..

Ísraels ríkið

Næstu versini í Ápostlasøguni siga frá, at Jesus lat teir síggja seg í 40 dagar, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til (Áp.1.3). Og at teir, skuldu verða doyptir í Heilaga Andanum (v.5), “áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.”

Teir skiltu ikki hvat Hann tosaði um. Teir hildu, at Hann skuldi endurreisa Ísrael, sum eitt jørðiskt ríki (v.6). Men Ápostlasøgan vísir, at tænasta ápostlanna, var at “gera og læra” sannleikan um eitt likam, eina samkomu, har Jødar og heidningar skuldu standa á somu grund og knítast undir felags náði-merki, krossins merki. Har Jødar og heidningar vóru eitt likam.

Ikki Ísraels ríki. Samkoman kom ikki ístaðin fyri Ísrael. Men Ísrael er sett til síðis fyribils, men mongu profitiini um sanna Ísrael, so sum, at teir skulu fáa sítt egna land aftur, eru enn ikki gingin út, men skulu ganga út við tíð endans.

Tikin upp

Fýra ferðir í fyrsta kapitli, lesa vit at Jesus var “tikin upp” (Áp.1.2, 9, 11, 22).

1.

v.2

Jesus fór undir at gera og læra, inntil tann dag Hann varð tikin upp, eftir at Hann við Heilaga Andanum hevði givið ápostlunum (Áp.1.1-2).

2.

v.9

Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.

3.

v.11

Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“

4.

v.22

líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum

Jesus varð tikin upp. So kom Heilagi Andin og ”føddi” samkomuna. Samkoman er á jørðini inntil ein dag hon skal eisini verða rykt burtur í skýggjum. Høvuðsuppgáva hennara er at dýrdargera Hann, sum varð “tikin upp”

dýrd Síni til prís (Ef.1.6,12,14).

fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists (2.Tess.2.14).

Hvussu gera vit, jørðisku, hetta á bestan hátt.

Ikki við jørðiskum, holdsligum vælmeintum menniskjaligum midlum.

Bert Heilaga Andans verk gevur Andans ávøks.

Eftir tekningini. Byggja á tað, sum Jesus “fór undir at gera og læra.”

Læra av hvussu ápostlarnir gjørdu hetta.

Aftaná at Jesus var tikin upp, fóru teir av fjallinum, til Jerúsalem, í salin í erva, teir byrjaðu við bøn, bønarmøti.

PMH páskir 2005

1The Holy Bible : King James Version. 1995 (Ac 1:1). Oak Harbor, WA: Logos Research Systems, Inc.

2 Enhanced Strong´s Lexicon: 756 ἄρχω [archomai /ar·khom·ahee/] v. Middle voice of 757 (through the implication of precedence); TDNT 1:478; GK 806; 84 occurrences; AV translates as “begin” 83 times, and “rehearse from the beginning” once. 1 to be the first to do (anything), to begin. 2 to be chief, leader, ruler. 3 to begin, make a beginning.