Fyrr var tað trúfesti móti Gudi, sum vendi heiminum á høvdi.
Nú er tað trúfesti móti heiminum, sum vendir kristindóminum á høvdið.
Sannleikin verður offraður:
Tá nóg mikið er við tí avgjørda – tekur lutfalshugsanin yvir.
Tá nóg mikið er við lýdni, – tekur royndveruleikin yvir.
Tá nóg mikið er við læru – tekur samtaluhátturin yvir.
Tá nóg mikið er við: “so sigur Harrin,” – tekur semjunnar áskoðannin yvir.
Tá nóg mikið er við at nýta Skriftina til at døma um rætt og rangt, – tekur samhugi og tollyndi yvir.
Tá nóg mikið er við tí smala vegi – tekur hin breiði vegurin yvir.
Meðan tey kristnu durva, verður hin nýggi hugsunnar og atferðar vegurin bygdur oman á hin gamla vegin, so hin gamli molnar sundur uttan at nakar leggur merki til tað.
Týtt eftir Tamara Hertzell