Dániel, 70 vikur

Dán.9:24: 70:vikur eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta.

9:25: Og tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerúsalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður, ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur; tað skal verða reist aftur og bygt upp við torgum og gøtum, men á trongdartíðum.

9:26: Men táið tær 62 vikurnar eru umlidnar, skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava; og staðurin og halgidómurin skulu verða lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur; endin á tí er revsidómsflóð, og líka til endan er ófriður; oyðing er óvikiliga avgjørd.

9:27: Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.“

V.25 Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerúsalem…. 

Nær gekk so hetta orðið út um at byggja Jerúsalem aftur?

Endin á teim 70 árunum (606 – 536), sum tey vóru í útlegd í Bábel . Jørðin hevði nú fingið síni sabbatsárð aftur, sum hon var snítt fyri í 490 ár : 7 = 70 ár, tí fólk Guds hevði ikki hildið sabbatsárini. Tey høvdu ikki hildið sabbatsárini síðani dómaratíðin, Eli, 1096 ár fKr. (606+490), nú høvdu tey bøtt fyri hetta, 1 ár fyri hvørji 7 ár, . 

Kýrus kallaður ”salvaði,” navn hansara var nevnt profetiskt umleið 150 ár áðrenn hann var føddur, (Es.45.1). Vit síggja nakrar ferðir í Skriftini, at “orðið gongur út” um at endurreisa Ísrael og Jødarnir skulu koma heimaftur frá Bábel. Orðið gekk út um at Kýrus skuldi byggja templið, 150 ár áðrenn hann var føddur, (Es.45.1, 2.Krøn.36.22-23, Ezra 1.1-3). So var tað Darius í (Ezra 6.3-8). Men hetta var orð um at byggja hús Harrans, Templi. Einki var sagt um sjálvan býin, Jerúsalem. Men fyrstu ferð vit lesa um, at Jerúsalem skal endurreisast er í nisan mánaði, tjúgunda árið ið Artaxexers sat við stýrið, tað er ár 445 fKr, (Neh.2.18).

Men fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN – fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út,….  at byggja Sær hús í Jerúsalem í Juda.  (2.Krøn.36.22-23). Soleiðis endaðu hesi 70 árini, sum Jeremias hevði profeterað (Dán.9.2, Jer.25.11, 29.10). Nú fóru tey heim aftur at byggja Harranum hús, templið.l  

Men ikki fyrrenn 91 ár eftir (445-536), at Kýrus hevði fingið tey heimaftur at byggja Templið, gekk orðið út um at byggja býin, Jerúsalem, uppaftur.

Men hetta árið, 445 fKr, var eisini byrjanin til eitt profetiskt roknistykki (70×7), har Messias, ein Salvaður, skuldi koma, fyrru ferð, og verða “fyribeindur,” krossfestur, (Dán.9.26), tú skalt kalla navn hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra, (Matt.1.21).

Profetiska roknistykki endaði við at Messias skuldi koma aftur aðru ferð og frelsa Ísrael inn í hitt sannað lovaða landið, 1.000 ára ríkið.

Hvat meinar Dániel við 70 vikur? Fótnotan í VD-Bíbliuni sigur: *Av árum: 490 ár. Nær byrja so hesar vikur og nær enda tær?

7 vikur, orðið vikur =sjeyðir, (7×7=49 ár = fagnaðarár 3.Mós.25.8,10,13), x 10= 490, umleið 10 fagnaðarár.

Frá tí orðið gongur út ár 445,  til ”ein Salvaður.” Ella ”7 vikur og 62 vikur” also 69 vikur (69×7 = 483 ár), hin ”salvaði” Kristus, Messias, verða fyribeindur.

 Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerúsalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður, ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur; (Dán.9.25)

(7+62 = 69 x 7 = 483 x 360/365 = umleið 476 ár minus 445 (frá 445 fKr til ár 0) = uml 32 eKr.

(Neh.2.1-10, Nisan mðr. 14.mars ár 445 fKr. Nisan = Abib mðr, 2.Mós.12.2-3, 13.2-4, fyrstu páskirnir í Egyptalandi. Sambært Julianska kalendaranum, roknað eftir mánanum, sum jødarnir nýttu, var nýmáni 13.mars 445fKr, Kl. 0709, um morgunin, so dagin eftir 1.Nisan ella 14. mars 445fkr. 10.Nisan/6.apríl ár 32 eKr, var sunnudagur. So millum 14.mars 445fKr, og 6.apríl 32eKr, = 173.880 dagar, eftir Ísrael árinum, 7x69x360= 173.880. Ella 476 x 365 = 173.740.

476 x 36514. mars til 6.apríl, báðir dagarnir íroknaðirSkotár————————————173.740 dagar24 dagar116 dagar————————————Íalt…. 173.880 dagar

Úr bók, Things to Come, eftir J.D.Pentecost, s.245-246, frá bókini hjá Sir Robert Anderson (1841-1918), The coming prince).

v.26

aftaná tær 62 vikurnar (7+62=69), ”skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava.” (”and there shall be nothing for Him” – He will be rejected, and His earthly kingdom will be a thing on wich He will not then enter. S.P.Tregellis, on Daniel s.103).

lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur.” Ikki av høvdinga fólksins, men ”fólki eins høvdinga.” Fólkið. Hvat fólk? Tað sama fólkið, sum hoyrdi til tað sama land og sama geografiska ríkið. Í dag er tað fólkið og tað økið muslimst. (The future King of the North, therefore, will in all likelihood be the last sultan of the Ottoman empire, or the fierce leader og whatever power controls Turkey in Asia at that time, bók Dániel 1911, s.148, eftir H.A Ironside).

So manglar ein vika, hin síðsta, 70.tjúgunda, og tað er trongdartíðin, 7 ár, (Op.6-19. Matt.24, Luk.19.41- 44).

Dániel setur tíðarætlanina, Jóhannes vísir á smálutirnar: Tíð, tíðir og ½ tíð, 1260 dagar, 42 mðr.

Tíð heidninga:  Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðir, og Jerúsalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda. (Luk.21.24). 

Harrin kemur sum hann fór: Teir søgdu: »Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.«  (Áp.1.11).