“og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi,” (Ef.2.6).
Bíblian leggur vekt á uppreisn Kristusar, sum middepulin í kristna boðskapinum, líka so týðandi sum bótardeyði Kristusar. “Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn;” (1.Kor.15.17). Á sama hátt, so satt sum Kristus reis upp, skulu eisini vit, sum hava trúð á Hann, eisini rísa upp.
Hvussu fer uppreisnar-likam okkara at síggja út? “Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík” (1.Jóh.3.2). Í Sínum uppreisnar-likami, kundi Jesus bæði koma til sjóndar og hvørva, brádliga, (Jóh.20.19), fara gjøgnum læstar dyr (v.26), onnur kundu nema við hann, (Matt.28.9, Jóh.20.27), eta mat (Luk.24.42,43), og til síðst fór Hann til Himmals (Áp.1.9).
Hvussu kundi Paulus, sum nú, deyður í umleið 2.000 ár, halda upp á: “..haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus, sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara,” (Fil.3.20-21). Hvussu kann ein persónur, sum fyri langari tíð síðan er deyður, og hvørs andi er hjá Gudi, aftur fáa eitt likam? Sjálvandi er hetta eitt undur, tí frumevnini, sum einaferð evnaðu jørðiska likam Paulusar, eru fyri langari tíð síðan umbroytt, ja, eisini, meðan hann enn livdi, broyttust tey allatíðina. Gud ferð ikki, at umvæla tað gamla forgeingiliga, deyða likami, nei, Hann fer at umskapa tað til eitt dýrdarlikam, sum er ført fyri at verða og liva og tæna í einum himmalskum umhvørvi. Paulus avmyndaði hetta gamla og nýggja likami við sáið og plantuna. Ymisk sløg av jørðiskum og himmalskum likamum. “So er eisini við uppreisn hinna deyðu. Tað verður sáað forgeingiligt, tað rísur upp óforgeingiligt; tað verður sáað í vanæru, tað rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, tað rísur upp í styrki; náttúrligt likam verður sáað, andaligt likam rísur upp. So satt sum náttúrligt likam er, er eisini andaligt likam.” (1.Kor.15.37- 44). JDM (týtt PMH).