Mangan meir.
Fimti kapitul í Rómbrævinum verður onkuntíð kallaður “mangan meir” kapitulin. Tí tað eru fimm undurfull skriftstøð við “mangan meir.”
1.
“Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini.” (Róm.5.9).
Hetta fyrsta versið er viðmerking til tað undurfulla skriftstaðið beint framman undan, sum lýsir undurfulla kærleika Gud, “við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” (v.8).
Vit skulu eisini verða fullkomiliga frelst frá rættvísu heiløgu vreiði Guds.
2.
Síðani er tað sannleikin í vers 10: “Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara.”
Áður vóru vit fíggindar, men nú eru vit ikki bert frelst frá vreiði Guds yvir synd, men eisini frelst frá kraft syndarinnar, tí lívið í Kristus, gerst lív okkara, tá vit hava játtað syndir okkara, og tí verða vit fullkomiliga endurreist til samfelag við Hann.
3.
Triðja, har vit lesa um “mangan meir náði:”
“Men ikki er so við náðigávuni sum við fallinum; tí doyðu hini mongu við falli hins eina, so er mangan meir náði Guds og gávan komin í yvirflóð til hini mongu við náði hins eina mans, Jesu Krists.” v.15. Náði Hansara er mangan meiri enn øll okkara synd.
4.
Fjórða, vers 17: “ Ráddi deyðin, aftur fyri fall hins eina, við hinum eina, so skulu mangan meiri tey, sum fáa yvirflóð náðinnar og rættvísigávunnar, ráða í lívinum við hinum eina, Jesusi Kristi.” Legg merki til, at tað økist til “mangan meiri:” frelst frá vreiðini, frelst til rættvísi, eitt lív í yvirflóð av náði, og nú eitt lív í sigri. Eitt sigursríkt lív.
5.
Til síðst, samanumtikið: “Men lógin kom aftrat, fyri at fallið skuldi verða stórt; tó, har sum syndin varð stór, varð náðin (mangan meir) uppaftur størri, fyri at, eins og syndin ráddi í deyðanum, so skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, Harra okkara.” (v.20-21).
PHM Týddi eftir HMM.