Tala mánakvøldið 13.01.2025, Pætur Martinsson Hansen, evnið: Andi Guds býr í børnum Guds, tí syngja tey Nýggjan song. Andin Guds býr í børnum Guds: Jóh.7.37-39, 14.17, Róm.5.5, 8.0, Ef.1.13-14,1.Kor.2.12, 6.19-20, 2.Kor.1.22, 2.Tim.1.14 1.Jóh.3.24, 4.13. Syngið nýggjan song: Sálm 137.1-4, Sálm.33.3, 40.4, 96.1, 98.1, 144.9, 149.1. Es.42.10, Op.5.9, 14.3, 15.3.. Tá tit koma saman, 1.Kor.14.26. Sálm.17.1-4: Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, táið vit mintust Zion. Á pílatrøini, ið har vóru, hongdu vit hørpur okkara. Tí teir, ið hildu okkum fangað, vildu hava okkum at syngja har; teir, ið kúgaðu okkum, vildu hava okkum at vera glað: »Syngið songir Zions fyri okkum!« – Hvussu kunnu vit syngja songir HARRANS í fremmandum landi!
Ein dagur kemur tá heimsins, Bábels, songur, skal tagna og ikki hoyrast meiri: Op.18.21-22: Veldigur eingil tók stóran stein – sum stóran kvarnarstein – kastaði hann í havið og segði: »Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur – og ikki verða at finna longur! Ljóð av hørpuspælarum, sangarum, floytublásarum og lúðurblásarum skal ikki hoyrast meiri í tær; eingin listarmaður í nakrari list skal finnast meiri í tær; ljóð av kvørn skal ikki hoyrast meiri í tær;