Víntræið Jóh.15

Jóhannes Evangeliið kap.15

Víntræið

Ávøkstur.

Eingin hevur ella fer nakrantíð at siga við næmingar sínar: ”Eg eri víntræið og tit eru greinarnar,” men Jesus, sum var satt menniskja og sannur Gud, kundi siga hetta.

Jesus eyðmýkti seg sjálvan við at samalíkna seg við eitt víntræ, Hann, sum er rættvísissólin, og hin bjarta morgunstjørna, men nú eitt víntræ, plantað í víngarðin. Hóast rótin ikki sæst, so er tað rótin, sum ber træið og ikki træið, sum ber rótina (Róm.11.18), soleiðis er við Kristusi, hann sæst ikki, men hóast tað, er Hann upphavið til alt, og heldur øllum uppi. Greinarnar eru mangar, summar venda suður, summar norð, aðrar verða tyngdar niður av góðum stórum vínberjatyssum, aðrar av smáum tyssum, summar uttan víndrúur, men felags fyri allar er, at tær allar koma av somu rót. Víngarðsmaðurin hevði eyguni við hvørji tí einastu grein, og royndi við hegni, at tær skuldu bera góðan ávøkst. Víntræið bar vínber, fikutræið bar fikur og hin kristni ber kristnan ávøkst (Gal.5.22-26). Men nakrar greinar bóru ongan ávøkst.

Men hvørjar vóru so hesar greinar, sum ikki bóru ávøkst?

Hetta var eitt líknilsi, sum lýsti ein sannleika. Tað er týðandi, at minnast til, at ikki hvør smálutur í einum líknilsi skal hava ein týdning, men bert tað, sum lýsast skal, annars verður tað ein vissur vegur til at útleggja tað skeivt. Hetta líknilsi er um ávøkst og um at verða verandi í Kristusi. Hesi bæði, “ávøkstur” og at “verða verandi” verða aftur og aftur nevnd í líknilsinum. Evnið er samband og samfelag, ikki barnarættur, ella ævig frelsa. At nýta vers 6, sum grund fyri, at ein kristin missir frelsuna og skal brenna í helviti, um hann ikki ber ávøkst, er at endavenda týdninginum av líknilsinum, tí ein slík læra stendur beinleiðis í andsøgn við greiðu læru Bíbliunnar um Gud, sum býður eina æviga frelsu, fyri hvønn tann, sum trýr (Joh.3.16,36, 5.24, 6.27, 10.27-29). Leggið merki til, at greinarnar, sum Jesus tosar um í v.6, følna aftaná, at tær eru skornar av. Um hetta talaði um ein fráfalnan kristnan, sum missir frelsuna, so skuldu greinarnar fyrst følnað, og ongan ávøkst borið og síðani verða skornar av og kastaður út. At “verða verandi” merkir at liva í orði Hansara og biðja (v.7), aktað og halda boð hansara (v.10), og halda seg reinan við at lesa, grunda og liva sambært orði Hansara (v.3-4). Tann trúgvandi, sum ikki verður verandi í Kristusi, verður sum ein nyttuleys grein, sum deytt salt og sum sløkt ljós. Orð Guds lærir, at verk okkara skulu verða roynd við eldi (1.Kor.3.15). Hin trúgvandi, sum ikki leggur í gávur og møguleikar, sum Gud hevur givið honum, skal missa løn. Varðið tykkum, at tit missa ikki tað, sum vit hava avrikað, men kunnu fáa fulla løn! (2.Jóh.8). Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn; men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld(1.Kor.3:14-15).

At vera ein grein á víntrænum, merkir at verða eitt við Kristus (Róm.6.5), og hava lut í lívi Hansara. Sum vit “verða verandi” í Honum, flýtur lív Hansara gjøgnum okkum, eins og sevjan á trænum treingir seg út í greinina. Bert á hendan hátt kunnu vit bera ávøkst. Ein trúgvandi kann verða andaligur ella holdsligur. Tað er møguligt hjá einum holdsligum trúgvandi at framleiða “verk,” men bert hin andaligi trúgvandi, kann bera andaligan ávøkst. Legg merki til at greinarnar, sum bera ávøkst, verða reinsaðar (v.2), so tær kunnu bera meiri ávøkst. Gud reinsar okkum gjøgnum orð Sítt. Hann tyktar og uppfostrar okkum so vit skulu bera friðarávøkst rættvísinnar (Heb.12.6-16).

Soleiðis eigur hin rætta gongdin at vera, frá ”ávøksti” til ”meiri ávøkst” (v.2) til ”nógvan ávøkst” (v.8), til at ”ávøksturin skal vara við” (v.16). Alt hetta er hægsta ynski Faðirsins.

Eyðkenni fyri ein, sum ”verður verandi” í Kristusi, er at hann kennir kærleika Faðirsins gjøgnum Son Sín (v.9), hann er lýðin móti orði Guds (v.10), kennir til bønarsvar (v.7), eigur eina fullkomna gleði (v.11).

Jesus segði: Eg eri hitt sanna víntræið.

Hetta er sjeynda og síðsta “Eg eri” í Jóh. evangeliið:

  1. Eg eri breyð lívsins (6.35).

  2. Eg eri ljós heimsins (8.12).

  3. Eg eri dyrnar (10.7,9).

  4. Eg eri hin góði hirðin (10.11).

  5. Eg eri uppreisnin (11.25).

  6. Eg eri vegurin, sannleikin og lívið (14.6).

  7. Eg eri hitt sanna víntræið (15.1).

Tá Jesus nýtti hesa mynd var tað ikki nakað nýtt. Allir jødar kendu til hetta. Eitt útskorið gull víntræ prýddi Heródesar tempul.

Víntræið var týðandi fyri handilslívið í Ísrael. Víntræið í GT var ein mynd av Ísrael, og er nevnt fleiri ferðir: (Víntræ Juda (1.Mós.49.11). Jósef (1.Mós.49.22), Ísrael (1.Kong.4.25). Sálm 80:8–19; Es. 5:1–7; Jer. 2:21; Ezek. 19:10–14; Hosea 10:1), men hetta víntræ bar bert stinkandi villber, men nú kom hitt sanna víntræið, sum skuldi uppfylla tað, sum víntræið í Gamla Testamenti ikki kundi. Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg væntaði Mær góð vínber? (Es.5.4).

Tað eru fýra, sum vit skulu leggja merki til í tí, sum Jesus lærdi: 1)víntræið, 2)greinarnar, 3)víngarðsmaðurin og 4)ávøksturin.

Víntræið

Víntræið, tátíð: Ísrael (Sálm 80:8–19; Esa. 5:1–7; Jer. 2:21; Ezek. 19:10–14; Hosea 10:1, Mt.21.33-46).

Víntræið, nútíð: Jesus Kristus

Víntræið, framtíð: Víntræi jarðarinnar (Op.14.14-20), greinarnar á hesum træið eru vantrúgvandi menniskju.Vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út úr vínpersuni(Op.14.20). Tað var eisini uttanfyri staðin, at Jesus mátti lýða, og hin trúgvandi fer út um tilhaldi, berandi vanæru Hansara (Heb.13.13), og sleppur undan dóminum, tí Jesus sjálvur tók dómin á seg. Hin vantrúgvandi má sjálvur bera sín egna dóm, uttanfyri staðin. Hin vantrúgvandi er bundin, at hesum heimi, har hann livir og fær gleði sína, meðan trúgvandi eru bundin at Jesusi Kristusi.

Greinarnar

Greinarnar dugdu einki til uttan til at bera ávøkst ella at verða føði fyri eldinum, til brenni. Tær vóru ónýtiligar sum byggitilfar. Greinin kundi ikki hava lív í sær sjálvari, men fekk sevju og lív frá trænum. Tað var og er gjøgnum okkara samfelag við Jesus Kristus, við Anda Hansara og orði Hansara, at tað er møguligt fyri okkum at bera ávøkst, bert ígjøgnum samband og samfelag Hansara, avmyndað við likami og limum (1.Kor.12), brúður og brúðgommi (Ef.5.25-33), hirða og seyði (Jóh.10). Ein grein sum verður skorin av trænum, følnar og doyr, ein limur, sum likami missir doyr, ein hjúnaskilnaður oyðileggur hjúnabandið, ein seyður, sum rímur úr fylginum eru í stórum vanda fyri villdýrum. Men verða limirnir á likaminum væl røktir, trívast teir. Dagligur kærleiki og umsorgan mennir og styrkir hjúnabandið. Seyðurin, sum fylgir hirðanum, fær føði og verður vardur móti tjóðum og villdýrum.

Fyrr vit, sum trúgvandi, gera okkum greitt, at vit bert eru veikar greinar, skjótari og betri vilja vit knýta okkum til Harran. Tá koma vit at kenna okkara veikleikar, og játta hvussu nógv vit tørva styrki Harrans. Loysnaðarorðið er “verð verandi,” og er nýtt 11 ferðir á ymsan hátt í hesi talu, (Jóh.15.1-11). Hvat merkir tað “at verða verandi”? Tað merkir at hava samband og samfelag við Kristus, so lív Hansara kann virka í og gjøgnum okkum og soleiðis koma vit at bera ávøkst. Hetta merkir eisini, at vit játta syndir okkara, so einki skal hindra samfelag okkara við Harran Jesus Kristus (Jóh.15.3). Vit elska Hann (Jóh.15.9-10), tí lýða vit Hann. Hvussu kunnu vit vita “at vit eru verandi” í Kristusi? Er tað ein serlig kensla? Nei, men eitt serligt týðiligt tekin, sum sæst, og tað sæst væl, tí tað er ávøkstur. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst (Jóh.15.5). Hvat er so hesin ávøkstur? Bønarsvar (15.7), kærleiki (15.9, 12,13), gleði (15.11).

Hetta “at verða verandi” er náttúrligt fyri greinina, men fyri okkum mugu vit arbeiða uppá hetta (Fil.2.12-13). Tað kemur ikki av sær sjálvum. “At verða verandi” í Kristus krevur av okkum, at vit grunda á orð Hansara, og at vit tilbiðja og biðja, tæna og ofrað tøkk til Hansara (Heb.13.15). Hetta gevur eina stóra gleði, og tá vit hava kent til hetta samfelag við Harran Jesus Kristus, Gud, vilja vit neyvan tráða aftur eftir tóma lívið heimsins.

Víngarðsmaðurin

Víngarðsmaðurin hevur høvuðsábyrgdina av víngarðinum, og Jesus segði, at hesa ábyrgd hevði Faðir hansara. Tað er Hann, við kønu kærleiks hond síni, sum reinsar og sker greinarnar, fyri at tær skulu bera meiri ávøkst. Legg merkið til orðafellið: ikki ber ávøkst, ber ávøkst, ber nógvan ávøkst, ávøkstur vara við(v.2,5,8,16). Mong kristin biðja Gud um, at tey mugu ber meiri ávøkst, men teimum dámar ikki, at koma undir hond Faðirsins, sum noyðist at reinsa og skera, fyri at ávøkstur teirra skal sleppa framat.

Tað eru tvinnir hættir at reinsa greinarnar. Hann bæði sker burtur deyðar greinar, sum gerast reiður fyri smákykt, so sjúka kann koma í víntræið. Hann sker eisini livandi vevnað burtur, sum kann køva greinina, og ger at ávøksturin verður tarnaður. Hann sker enntá heil vínberjatyssir burtur, fyri at restina av ávøkstinum kann gerast enn betri. Gud ynskir ikki nøgd uttan góðsku, men bæði góðsku og nøgd.

Hesin reinsingarháttur er tað mest týðandi arbeiði, tí mugu tey, sum gera hetta arbeiði, verða køn og væl uppvand í hesum, annars oyðileggja tey víntrøini. Summi, sum eiga víngarðar, leggja orku í at venja víngarðsarbeiðararnar til hetta, og tað kann taka heilt upp til trý ár, innan tey er køn til at reinsa og skera og enntá í hvønn vinkul skurðurin skal verða.

Gud elskar okkum og tí reinsar Hann okkum og eggjar okkum at bera meiri ávøkst, dýrd Hansara til prís(Ef.1.6,12,14). Um greinarnar kundu tala, vildu tær vátta, at hendan viðgerð píndi, men tær vildu eisini frøðst yvir, at tær tá eisini kundu borið meiri og betri ávøkst.

Himmalski Faðir okkara er ongantíð nærri, enn tá Hann reinsar okkum. Onkuntíð sker hann burtur tað deyða, sum hindrar og skapir trupulleikar, og onkuntíð er Hann noyddur til at skera burtur okkara egnu tyssi, sum standa í vegin fyri at vit kunnu bera andaligan ávøkst.

Hvussu reinsar Faðirin okkum? Tað ger Hann við orðið sínum.

v.1

Jesus segði: eg er hitt sanna víntræið. Upphavið til tað, sum øll hini víntrøini talaðu um. Hin trúgvandi livir ikki av eftirlýkningum og við andatólum, men við Heilaga Andanum og av sannari føði, hini óblandaðu mjólk orðsins (1.Pæt.2.2).

Samfelag okkara við Kristus er

eitt livandi samfelag, so vit skulu bera ávøkst,

eitt kærleiks samband, so vit skulu gleðast í Honum, og

eitt varandi samband, so vit ikki skulu óttast.

v.2

Tekur burtur. Johannese nýtir orðið, sum eisini er týtt til “at taka upp”(tak song tína 5.8-12), tóku upp steinar 8.59), “taka burtur” (takið burtur steinin 11.39, taka 11.48, 16.22, 17.15). Hvat er tað hetta umboðar? Er tað ein trúgvandi, sum verður tikin burtur og skal koma fyri Kristi dómstól (1.Kor.3.15)? Ella er hetta ein trúgvandi, sum missir frelsuna? Ella er hetta ein trúgvandi, sum verður tikin burtur til fortaping? Nei, hetta er ikki ein trúgvandi, sum missir frelsuna ella verður tikin burtur til fortaping, tí eingin sum sjálvur Jóhannes tosar um eina æviga frelsu (3.15,16, 36, 4.14, 5,24, 10.28-29, 1.Jóh.5.13). Men hóast tað kann ein trúgvandi verða vrakaður, hvat tænastuni viðvíkur (1.Kor.9.27). Ísrael, tænarin, tænti ikki Harranum, men setti seg upp ímóti Honum, tí var allur víngarðurin oyðilagdur (Es.5.5-6), og Ísrael vrakað. Á sama hátt vóru greinarnar brotnar av oljutrænum, sum eisini avmyndaði Ísrael (Róm.11.17, 19, 20).

Greinarnar, sum vóru tiknar burtur kunnu avmynda menniskju, sum bert fylgja við, eru virkin í tí kristnu tænastuni og eisini í samkomum, men har var einki andaligt lív, tey hævdu ongantíð tikið Kristus Jesus sum Harra í lívi teirra, tey vóru og eru teirra egnu harrar (Matt.7.22-23, Luk.8.18, 1.Jóh.2.19).

Men vit mugu minnast til, at evnið her er ávøkstur, (v.2, 4,5, 8, 16), og ikki ævigt lív, og víntræið er eitt líknilsi, ein myndatala.

So niðurstøðuna er: Talar tað um ein trúgvandi, so hevur tað við tænastuna at gera, og ikki við “at verða tikin burtur frá frelsuni,” men tað kann verða ein trúgvandi, sum verður vrakaður sum tænari í tænastuni (1.Kor.9.27). Verkini verða dømd (1.Kor.3.13). Tað kann eisini tala um ein trúgvandi, sum verður tikin út úr hesum lívið, eins og Ánanias og Safira (Áp.5, 1.Kor.3.15, 5.5, 11.30, 1.Jóh.5.16). Hetta er als ikki lætt at tosa um, men vit skulu ikki halda at um onkur knappiliga verður tikin burtur, í onkri vanlukku ella við sjúku, ja, so koma til eina skjóta niðurstøðu, at tað kanska var Harrin, sum noyddist at taka tey burtur. Hvat so við Job, Jóhannes doyparanum (Matt.14.10), Jákup (Áp.12.2), ápostlunum og tey mongu gjøgnum tíðirnar, sum hava liðið blóðvitnis deyðan? Nei, tvørturímóti, vóru hesi tikin burtur tí heimurin var tey ikki verdur (Heb.35-39).

Reinsa (kathairo)” (15.2), er sama orðið sum í Jóh.13.10 og Ef.5.26.-27.

Bera meiri ávøkst, er at halda á at bera ávøkst, meiri og meir.

v.3

Longu reinir (13.10, 17.19). Tað er bert gjøgnum orðið at reinsanin er. Hvussu vistu vit nakað um frelsuna, um vit ikki høvdu Bíbliuna, ella vitnini, sum talaðu orð Guds? Táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra (Áp.15.9). Eins og eldurin reinsar gullið, og tekur allar jarðarrestir burtur frá gullinum, so gullið verður skínandi blankt. Soleiðis hevur orðið eisini reinsandi megi í sær sjálvum, Tí Jesus er orðið (Jóh.1.1, 17.17).

v.4

Verðið í Mær, tað er altíð, áhaldandi, verandi. Tað stendur einki um at gera nakað, ella verða nakað, men verðið í Mær. Greinin kann ikki gera nakað, ella verða nakað, men bert verða verandi í víntrænum. Bert við at leggja alla orku í at verða í trænum og fáa alla sína orku, sevju og føði úr trænum, kann hon bera tann ávøkst, sum víngarðsmaðurin leingist eftir, og tað eru nógv og góð vínber. Vera vit ikki verandi, so verða vit høgd av, og so følna vit og kunnu koma í vald Satans og verða sálda sum Judas (Luk.22.31) ella Samson (Dóm.16.25).Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari. Greinin hevur onga orku ella “føðikeldu” í sær sjálvari. Hon má fáa føði frá trænum. Hvat er so hendan sevja, ella føði, Hann talar um. Uttan tit verða í Mær. Jú, alt tað, sum Harri okkara er, og alt tað hann ynskir av okkum, er at vit vera dýrd hansara til prís (Ef.1.6,12,14). Hvussu kunnu vit finna út av hvat tað er? Jú, bert við at lesa “brøv” Hansara til okkum og tað Hann hevur opinberaði okkum í teimum, Orði Sínum. Alt tað vit gera má verða frá Honum. Dagliga lív og heim okkara, samkoman, ja, alt má geva eitt ekkó av, at vit “verða verandi” á víntrænum og bert har og onga aðrastaðni fáa sonnu føðina til sannan ávøkst. Ikki “gera” okkara egnu føði, sum bert fremur stinkandi vínber (Es.5.4). Men sanna føði, sum eina er gjøgnum orðið. Halga tey í sannleikanum! Orð títt er sannleiki. (Jóh.17.17).

v.5

Tit eru greinarnar.

Skildir frá Mær kunnu tit einki geraMinnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum!

(Ef.2.12). Serliga í dag verður gjørt nógv á tí kristna økinum, sum ikki finst í Orðinum. Hetta hevur altíð verið so. Jesus vísti á hvussu hetta var hjá jødunum, tá hann tosaði um “viðtøkur hinna gomlu,” “teir hava viðtikið,” “lærdómar, ið eru menniskjaboð,” “viðtøkur manna,” “viðtøkur tykkara.” (Mark.7.1-13). Í dag ganga vit undir í góðum viðtøkum, viðtøkum manna, lærdómar, ið eru menniskjaboð. Liberalisma, postmodernisma, relativisma. Boðini er: Sjálvandi skulu vit hava nútíðar viðtøkur og nútíðar lærdómar. Leiðarar skulu setast eftir nútíðar leisti, møtini skulu skipast til nútíðina, sangurin skal verða okkara móti, breyðbrótingin skal verða meiri kongilig, kølianlegg til helheim, blóðmangul í gleðiboðskapinum, og so alt fyri tey ungu, men tíverri er ungdómstíðin bara so stutt. Gamlar sangir út, lættisopppa lovsong inn, helst á enskum.

Skildir frá Mær kunnu tit einki gera. Vit mugu sum greinin, bert hugsa um at fáa føði frá trænum. Vit eiga bert at hugsa um hann, ikki um hvat ella hvussu hini gera, sum eru rundan um okkum. Hugsa um hann, tí tað er bert gjøgnum Hann vit kunnu fáa kraft til at bera ávøkst. Og tað er bert gjøgnum Hann, Jesus Kristus, vit kunnu verða ljós og lív fyri heimin. Tí øll kraft kemur gjøgnum Hann, og tann myndugleika sum Kristus hevur.

Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er (Joh.1.3).

v.6

Kastaður út sum grein. Vekt verður løgd á myndataluna, og ikki á hin trúgvandi. Greinin dugur ikki til nakað annað enn til at bera ávøkst. Viðurin av víntrænum dugur einki til uttan til brenni (Ezek.15.1-8, her verður sipa til tað ólýdna Juda). Gud gjørdi alt fyri at Ísrael skuldi bera ávøkst:

Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg vænta Mær góð vínber? (Es.5.4). Ísrael varð vraka, tí tey ikki bóru ávøkst. Soleiðis verða eisini tey trúgvandi, sum ikki bera ávøkst vrakað, sum tænarar, ikki hvat frelsuni viðvíkur.

Ótta fyri Mær skal Eg leggja teimum í hjartað, so tey víkja ikki frá Mær (Jer.32.40). Tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu (1.Pæt.1.5), (Judas v.21 halda tykkum, men v.24 Gud er mentur at varveita). Frelsan er fullgjørd. Tað er fullgjørt.

Hin trúgvandi er einki í sær sjálvum. Frelsan er frá Gudi. Hóast tað skal hann ikki verða óvirkin (passivur), men virka og tæna í Kristusi, og tá kann hann bera ávøkst, tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera (v.4). Samson er ein góð mynd av einum trúgvandi, sum ikki bar ávøkst. Einum, sum ikki verður verandi í Harranum. Hann fall fyri freistingini. Hann varð tikin av fólkinum, og varð so at siga kastaður í “eldin.” (Dóm.16.25), og liðugt var við hinum sterka tænara. Hann varð vrakaður, sum tænari. Hann hevði mist alla megi, hann hevði eisini mist sjónina. Men Gud hoyrdi hann í neyðini:

Tá rópti Samson til HARRAN og segði: „Harri HARRI, kom meg í hug og gev mær styrki, á Gud, bert hesa einu ferð, so eg fái hevnt meg á Filistarar fyri annað av báðum eygum mínum!“ (Dóm.16.28). tey, sum hann drap í deyða sínum, vóru fleiri enn tey, sum hann hevði dripið alla tíð sína (Dóm.16.30).

Hetta var ein syrgilig søga um hin útvalda, sum var vrakaður.

Aftur til víntræið. Kann hetta verða ein mynd av vantrúgvandi, eins og Judas (6.66, 13.30), ella Farisearar og Saddukearar (Matt.3.10, 5.22, 13.40-42,50, Luk.3.17, 1.Tess.1.8-9, 1.Jóh.2.18-19), menniskju, sum vóru saman við og í samkomuni, og enntá virkaðu sum kristin, men aldri vóru komin til sanna trúgv, sum aldri tóku við frelsugávuni. Nøkur, sum játta seg sum kristin, men als ikki vóru endurfødd (8.31,32, Matt.7.16-24, 13.18-23, 24.12, Heb.3.14-19, 6.4-8, 10.27,-31, 1.Joh.2.19,24 vóru ikki varandi, 2.Jóh.9). Teir eru farnir út frá okkum – men teir vóru ikki av okkum; tí høvdu teir verið av okkum, so høvdu teir verðið verandi hjá okkum. Men tað skuldi verða opinbert, at ikki allir eru av okkum! (1.Jóh.2.19). Nej, hetta líknilsi er ikki um frelsu, men um ávøkst.

Jesus sigur at ein trúgvandi, sum ikki ber ávøkst er ónýtur tænari, líkur eini nyttuleysari grein, sum verður tikin burtur og følnar. Vit eru kallaði til at bera ávøkst, og Gud “reinsar og sker” hin trúgvandi fyri, at hann skal bera meiri ávøkst. Tann, sum ikki ber ávøkst, kann ikki tæna, og verður tí vrakaður, sum tænari (1.Kor.9.27).

Hetta líknilsi er um ávøkst og talar ikki um ævigt lív. Men líknilsi um hin góða hirðan talar um tryggleikan í frelsuni, um ævigt lív, og ikki um ávøkst: Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns(Jóh.10.28-2).