Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. (Jóh.1.17).
Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu,
og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er, meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists, sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk. Tala hetta og áminn og revsa við øllum myndugleika – lat ongan vanvirða teg! (Tit.2.11-15).
-
Deyð frá syndini,
-
Doypt til deyða Hansara,
-
Grivin við Honum,
-
Krossfest við Honum
-
Deyð við Kristusi
Róm. 6
Vers 2 Vit, sum jú eru deyð frá syndini,
Vers 3 Vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara?
Vers 4 Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan,
Vers 5 fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív.
Vers 6 Vit vita jú hetta, at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum,
Vers 8 Eru vit nú deyð við Kristusi.
Vers 11 Soleiðis skulu eisini tit rokna, tykkum sum deyð frá syndini, men
livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi.
Kristus doyði fyri syndir okkara (1.Kor.15.3), men vit doyðu ikki fyri syndina, men frá syndini.
Vit skulu ikki liva eitt krossfarara lív, nei, hin trúgvandi er longu krossfestur:
“Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg” (Gal.2.20),
“Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess” (Gal.5.24),
“Men eg – langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!”(Gal.6.14).