Útveljing 2.Tess.2.13

Útveljing, 2.Tess.2.13: valdi tykkum út

 Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan.

Valdi tykkum út (G138, haireō,) bert nýtt tríggjar ferðir í NT, (so veit eg ikki hvat eg skal velja, Fil.1.22), 2.Tess.2.13,  (Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd. Heb.11.25).

Her síggja vit, at 2 út av 3 versum, sum nýta sama orð, sum einki hava við Guds treytaleysu persónligu útveljing at gera, men menniskja persónligt velur. Útveljing er til eitt serligt endamál, ella eina serliga uppgávu. Tí kunnu vit spyrja um nakað serligt endamál, ella nøkur serlig uppgáva liggur aftanfyri orðini her í, 2.Tess.2.13.

A

Upphavi

Ein møgulig útlegging av 2.Tess.2.13, hvílir á tí Grikska orðafellinum “ap archés, frá upphavi.” Upphavið til hvat. Frá ævinleikans upphav? Frá upphav av skapanini? Tíðar-upphav? Evangeliums upphav?

Ensku bíbliurnar NIV og NLT nýta “firstfruith of salvation.” Frumgróður frelsunnar í Europa? Eisini ESV hevur líknandi týðing: “God chose you as the firstfruits to be saved.” NKJV nýtir eisini “frumgróður,” (Róm.16.5, 1.Kor.16.15). Spiros Zodhiates skrivar næstan 2 síður um orðið arché/upphavi, og sipar til tíðarhúshald evangeliiums, ella um royndir hjá teim Kristnu frá byrjan, frá upphavi, (Luk.1.2, Jóh.15.27, um lívið, Áp.11.15, 26.4, Fil.4.15, 2.Tess.2.13, 1.Jóh.1.1, 2.7,13,14,24, 3.11, 2.Jóh.1.5,6). Hetta samsvar eisini við fyrstu versini til samkomuna í Tessalonika: 1.Tess.1.4-8:

 Vit vita jú, at tit eru útvaldir (eklogé), tit brøður, elskaðir av Gudi. Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu. Tit vita eisini, hvussu atburður okkara var tykkara millum fyri tykkara skuld. Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara – ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum, so at tit eru vorðnir øllum hinum trúgvandi í Makedonia og Akaia fyridømi. Tí frá tykkum hevur orð Harrans ljóðað út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastaðni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud, so at okkum nýtist einki at siga um tað.

B

Frelsu

Fyri betur at skilja endamálið við “frelsu” teirra, mugu vit venda okkum til grikska orðið “frelsu” (soteria G4991). Spurningurin er um frelsa, altíð sipar til andaliga æviga frelsu frá synd? Ella likamlig frelsa, frá sjúku, frelsa frá fíggindum, drukning, falli, oa. Sum altíð er tað samanhangið, sum avgerð týdningin. Nøkur dømir: (Áp.7.25, 27.34, Fil.1.19). Tað er greitt, at Paulus skrivar troystarbræv til samkomuna í Tessalonika, við upplýsing um afturkomu Kristusar, og um hvat serliga ferð at henda við trúgvandi í endatíðini. Hann troystar tey við, at trúgvandi skulu verða frelst frá vreiðini, ið kemur (1.Tess.1.10). Soleiðis kunnu vit, í ljósinum av samanhanginum, “Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu,” koma til tað røttu niðurstøðu, at hann sipar til frelsu frá “vreiðini, sum kemur,” trongdartíðini. 

Hettar samsvarar við læruni í 1.Tess.5.1-9:

 Um tíð og tíma, brøður, nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara. 2 Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt. 3 Táið tey siga: »Friður og eingin vandi!« – tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan. 4 Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. 5 Tit eru jú allir børn ljóssins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til. 6 Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar! 7 Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. 8 Men vit, ið hoyra deginum til – latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm! 9 Gud hevur jú ikki ætlað okkum til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi. (2.Tess.

Her lósu vit um “dag Harrans,” “dagurin,” og tað er týðuligur munur millum “tey,” og “tykkum” “vit” og “okkum.” Bráður undirgangur á “tey,” “tey” skulu ikki sleppa undan. “Tit” eru ikki í myrkrinum, “tit” eru børn ljósins, og børn dagsins. Gud hevur jú ikki ætlað “okkum” til vreiði (v.9), men til at vinna frelsu (soteria). Legg væl til merkis, at Paulus skrivar til nøkur, sum longu eru  andaliga frelst, frá synd, sum eru rættvísgjørd við trúgv á Kristus, og hava frið við Gud, og skulu ikki koma til fordøming (Róm.5.1, 8.1). Hesi sum longu vóru frelst, eru eisini vald út til frelsu (soteria) (2.Tess.2.13), tað er frelst frá vreiðini, sum kemur, (1.Tess.1.10). Samanhang, og krossávísing eru greið. 

Tí kunnu vit siga, at hann valdi tey út til frelsu, bjarging, frá trongdartíðini. Frá samanhanginum síggja vit, at Paulus tosar um frelsu frá komandi vreiði yvir heimin, ikki yvir vreiði frá endaliga dóminum, sum øll trúgvandi, longu eru frelst frá.

C

Í halgan Andans

Okkara VD týðing er greið her. At Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu (frá vreiðini) “í halgan Andans.” Kristus frelsti okkum, til at liva í Andanum (endamál), og verða fylt av Andanum, og “trúgv á sannleikan.” Tankin samsvarar við Ef.1.4, Kol.1.21-22, 3.12, 1.Pæt.1,2.5-9, og mong onnur skriftstøð, at vit eru útvald til at verða heiløg, til eitt endamál og eina uppgávu. Ikki útvald til frelsu, men til frelsu “í halgan Andans.” Frelsan er til allan heimin, kosmos, (Jóh.3.16, 1.29), men “vald út til frelsu í halgan Andans” er til tey, sum longu eru komin til trúgv og eru frelsu, “til halgan Andans.” Paulus nevnir hesi tvey, sum eru endamál og uppgáva við hesi útveljing, bæði í Heilaga Andanum, 1) í halgan Andans og 2) trúgv á sannleikin, sum reinsar lív hins trúgvandi, “Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.” (Jóh.17.17).

Niðurstøða:

Grikska orðið “vald út” (G138, haireō), finnst bert tríggjar ferðir í NT og tvey av orðunum sipa til menniskju, sum sjálvi velja.

“Frá upphavið” (ap archés), verður ofta sipa til frumgróður, og eisini týtt til tað sama aðra staðni í Skriftini.

Orðið frelsa kann eisini týðast til bjarging, grundað á samanhangið.

Heilaggering kann eisini verða endamál av umtalaðu frelsu.