Útveljing (ek-légo) og tilskilan frammanundan (prædestinatión) (pro-orizo).
Kanna vit søguna aftan fyri tey bæði víðgongdu sjónarmiðini hyper-Calvinisman og Arminianisman, sum hava ávirkað fatan teirra kristnu av evangeliinum, kunnu vit peika á tveir menn, sum vóru upphav til hesi bæði beint mótsettu sjónarmið.
Hesir menn vórðu báðir bornir í heim ár 354 e. Kr., hin eini, Aurelius Augustinus í Norður-Afrika og hin, Pelagius í Wales.
Augustin segði, at tá menniskjan fall í Eden, misti hon sín fría vilja, og varð tessvegna ikki før fyri at velja tað góða. Hennara val bleiv tí altíð bert tað ónda. Men út úr hesi spiltu mannaætt valdi Gud sær nøkur til at blíva frelst. Í almátti sínum noyddi Gud tey, sama um tey vildu ella ikki. Tey blivu frelst eftir almáttugu avgerð hansara. Hini máttu glatast. Lagna teirra var avgjørd. Tey høvdu onga vón. Kristus doyði bert fyri syndir hinna útvaldu, og tí var eingin útvegan gjørd í Kristi bótardeyða fyri hini.
Henda læra bleiv seinni tikin framaftur av trúbótaranum John Calvin (1509 – 1564). Frá honum stavar heitið Calvinisman, hvørs læra verður drigin saman í styttingini T.U.L.I.P.
T.U.L.I.P.
Total Depravity (fullkomilig siðspilla ella siðarot Total Inability and Original Sin) Unconditional Election (treytaleys útveljing. Gud grundar ikki síma útveling á nakað í tí einstaka) Limited Atonemant (avmarkað sáttargerð. Jesus doyði bert fyri tey útvaldu)
Irreristible Grace (náði, sum ikki slepst undan. Tá Gud kallar síni útvaldu til frelsu, so kunnu tey ikki standa ímóti)
Preserverance of the Saints (varðveitsla hins trúgvandi Tú kanst ikki missa frelsuna)
Pelagius legði hinvegin dent á fría vilja menniskjunnar. Hann fór so vítt, at menniskjan nærum gjørdist sín egni frelsari, og kundi sjálv gera av, nær og um hon vildi verða frelst. Á henda hátt tók hann, so at siga, burtur náði Guds.
Navnið Arminianisman stavar frá tí hollendska teologinum Jacob Arminius (1560 – 1609), sum harðliga tók frástøðu frá calvinistiska sjónarmiðinum hjá tí Reformertu kirkjuni í Hollandi.
Augustin tók burtur vilja menniskjunar við at siga, at menniskjan kann einki gera. Pelagius hinvegin segði, at menniskjan kann gera alt.
Hesir báðir menn kloyvdu tey kristnu í tveir partar.
Hetta torføra evni gerst lættari at skilja, um vit minnast at:
Vit eru ikki útvald til at fara til nakað ávíst stað, hvørki til himmals ella helviti, men vit eru útvald til at vera nakað ávíst ella til at gera nakað ávíst.
Útveljingin er til eina uppgávu.
Tilskiljingin frammanundan (prædestinatiónin) er til eitt ávíst endamál, nevniliga at gerast lík Kristusi.
1
Lat okkum nú hyggja at læruni um útveljing og prædestination út frá trimum ymiskum sjónarhornum:
1. Hvar ella á hvørjum øki er útveljingin og predestinatiónin.
2. Grundarlagið undir og víddin av útveljingini og prædestinatiónini.
3. Endamálið við útveljingini og prædestinationini.
ad 1. Hvar ella á hvørjum øki er útveljingin og predestinatiónin?
Tað er í Kristusi. Vit eru ikki útvald til at verða sett í Kristus, men útvald í honum. ”Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður,” Ef. 1,4.
Kristus er útvaldi Guds. ”Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt.” Matt. 12,18. ” ” Úr skýnum kom rødd: „Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi – hoyrið Hann!“ Luk. 9,35.
Gud setir hvønn einasta trúgvandi í Kristus, fyri at geva honum lut í útveljing Kristusar. Kristus var útvaldur til at gera eitt verk og fremja eina uppgávu.
Jesus Kristus, ”gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk” Tit. 2,14.
Í Kristusi taka vit lut í hesi tænastu: at taka honum eitt fólk av øllum fólkasløgum, við at kunngera teimum evangeliið og liva samsvarandi kalli okkara.
Vit eru ikki bert útvald til at boða navn hansara, men eisini til at liva og ráða við honum. ”… og teir skulu vera kongar í aldur og allar ævir.” Op.. 22,5:
Rutt varð ikki útvald til, at verða sett í Ísrael, men í somu løtu, hon í trúgv tók ímóti Gudi Ísraels og valdi hann og fólk hansara, varð hon útvald í Ísrael.
Hin einstaki er ikki í samkomuni, tí hann er útvaldur. Nei, hann er útvaldur, tí hann er í samkomuni.
Robert Shanks málber seg soleiðis: “Útveljingin er samanløgd (kollektiv) og fevnir bert um hin einstaka í samband við útvalda likamið”.
Paulus gevur okkum vissu fyri, at “Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, Ef. 1,4.
Útveljingin hevur við okkara uppgávu og missión í Kristusi at gera, meðan prædistinationin ella tilskilanin frammanundan hevur við okkara framtíðar líkleika við mynd Kristusar at gera, ella sagt á ein annan hátt: Tilskilan okkara er Guds fyriætlan um, at gera okkum lík Kristusi, frelsara okkara.
Í Kristi Jesusi er eingin fordømming. Róm. 8,1 og í Kristi Jesusi er ein undurfull uppgáva, sum skal loysast og ein missión, sum skal fremjast.
2
ad 2. Grundarlagið undir og víddin av útveljingini og prædestinatiónini.
Tað er samkoman, sum er útvald í Kristusi. Í somu løtu eitt menniskja setur álit sítt á Kristus, verður tað sett í Kristus og verður soleiðis ein partur av útvaldu Guds.
Jesus Kristus er bótoffur fyri alla heimsins syndir, og ikki bert fyri nøkur útvald, samanber: 1.Joh. 2,2: ”Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.”
Heb. 2,9.: ”… so Hann av náði Guds skal hava smakkað deyðan fyri øll.” (Limited atonement?)
1.Tim. 2,3-4: ”Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, Honum, sum vil at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”
Av hesum sæst týðiliga, at øll eru boðin at fáa lut í hesi útveljing.
Vit kunnu taka nøkur dømi aftrat, sum vísa, hvussu kærleiki Guds umfatar, ikki bert nøkur, men øll menniskju:
Hoyr aftur Harran Jesus rópa í eymum kærleika: “Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.” Matt. 23,37.
”Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar!” Es. 45,22.
”Sig við tey: So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – havi Eg ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir! Vendið við, vendið við av óndu leiðum tykkara! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels?” Ez. 33,11.
”Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!” Matt. 11,28.
”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív”
”Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum.” Jóh. 7,17:
”Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Jóh. 7,37.
”Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín.“ Jóh. 12,32.
”Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.” Áp. 17,30
”Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.” 2.Pæt. 3,9.
”Andin og brúðurin siga: „Kom!“ Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!“ Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!“ Op. 22,17.
3
Ja, enntá um lygiprofetar verður sagt:
” Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.” 2.Pæt. 2,1.
Gud lurtar eftir tí minsta tekinum um angur: ”Eg lurtaði og hoyrdi; tað, sum ikki er rætt, tala tey; ikki eitt angrar óndskap sín og sigur: „Hvat er tað, eg havi gjørt!“ Jer. 8,6.
Gev gætur eftir teimum trimum øllum í 1. Tim. kap. 2:
∙ Ørindi 1: “Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,”
∙ Ørindi 4: “Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”
∙ Ørindi 6: “sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll,..”
Onkur hevur lýst hetta soleiðis: Yvir dyrnum uttanfyri eini stórari veitsluhøll stóð eitt skelti við hesum teksti: Øll eru vælkomin.
Á øðrum smærri skeltum kundi ein lesa um alt tað góða, sum fór fram inni í høllini. Tey sum tóku av tilboðnum og fóru innar, kundu nú lesa á stórum skelti, innanfyri, yvir somu dyr: Tit eru útvald at njóta veitsluna.
Fyrireikarin av veistluni hevði ikki útvalt nøkur, at fáa lut í veitsluni, men hann hevði avgjørt, at øll sum tóku av innbjóðingini og fóru innar, skuldu sleppa, at njóta veistlugleðina. Tað var inni í veitsluskálanum, tey vóru útvald til veitsluna. Øll uttanfyri fingu ikki lut í hesi útveljing.
Hetta samsvarar við Matt.22,14: ”Tí mong eru kallað, men fá eru útvald.“
Paulus sigur í Ef.1,4: ”Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni!”
Gud hevði avgjørt, áðrenn heimurin varð grundaður, at øll tey, sum fóru at taka ímóti Kristusi og soleiðis vera í honum, skuldu vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Guds.
Gud bjóðar øllum frelsu, men tað liggur ein ómetalig ábyrgd á okkum, sum eru útvald í Kristusi, at taka lut í kalli Kristusar, at taka Gudi út eitt ognarfólk, við at bera teimum gleðiboðskapin.
Harrin sigur í Ez. 33,6”Men táið vaktarin sær svørðið koma og blæsur ikki í lúður – og fólkið so ikki verður ávarað – og svørðið kemur og rívur burt ein teirra, tá verður hann rivin burt fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond vaktarans. 7 – Teg, menniskjasonur, havi Eg sett húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær. 8Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú gudleysi, tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú ikki talar og ávarar hin gudleysa um atburð hansara, so skal hann – hin gudleysi – doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni. 9Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa um atburð hansara, at hann má venda við frá honum, men hann vendir ikki við frá atburði sínum, so skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað sál tíni.”
4
H.A.Ironside endurgevur D.L. Moody fyri at siga: Tey útvaldu eru tey “hvør tann, sum vil” og tey ikki útvaldu eru tey “hvør tann, sum ikki vil”.
H.A. Ironside leggur síðani afturat: Hetta er júst tað, sum skriftin lærir: Innbjóðingin er til øll. Tey, sum taka av innbjóðingini eru hini útvaldu.
Hvør tann, sum vil merkir hvør tann, sum vil. Bert ein partískur teologur, sum frammanundan hevur tikið støðu og við eini øks at knasa sundur við, kundi nakrantíð hugsað um, at tað merkti bert tey útvaldu.
Síðani leggur Ironside afturat: Minst til, at vit ongastaðni lesa, at Kristus doyði fyri tey útvaldu”.
Paulus skilti týdningin og ábyrgdina av, at bjóða øllum evangeliið og segði: “vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið!” 1.Kor. 9,16.
Hann kundi við endan á lívi sínum við góðari samvitsku siga: “Eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Gud og trúnna á Harra okkara Jesus Kristus. … Eg vitni tí fyri tykkum henda dag, at eg eri reinur fyri blóð alra.” Áp. 20,21,26.
Gud avger ikki hvussu vit velja, men hann avger hvørjar fylgjurnar verða av vali okkara. Tey forrættindini, at kunna velja, er ein gáva frá Gudi, sum øll menniskju hava fingið.
Vit mugu her varða okkum fyri falslæru Armenianistanna um, at ein sjálvur kann avgera, nær ein tekur í móti Kristusi, tí hetta er beinleiðis skeivt og vandamikilt.
Harrin Jesus ávarðaði ímóti hesum, tá hann segði: “Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann;” Jóh. 6,44.
Vit mugu tí saman við kunngerðini av evangeliinum leggja dent á henda álvarsama veruleika og ávaring Guds: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni!“ 1.Mós.6,3.
“– Sum Heilagi Andin tí sigur: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara – herðið ikki hjørtu tykkara, …” Heb. 3,7-8.
Vit mugu lata menniskju vita at: “Tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds!” Heb. 10,31.
Boðskapur okkara má tí vera greiður og í álvara gera menniskjum greitt, at tá ein syndari hoyrir kallandi rødd Guds, má hann íkki útseta, men í skundi taka ímóti evangeliinum.
ad 3. Endamálið við útveljingini og prædestinationini.
Útveljingin er til:
a. Heilagleika. Ef. 1,4: ” eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni!”
b. Lýdni. 1. Pet. 1,2: ”útvald eftir fyrivitan Guds Faðirs, í halgan Andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists.”
c. Fulkomna frelsu, sum ber við sær, at vit vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists ”… Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists. 2. Tess.2,13-14.
d. At vera nakað fyri Gud (bera ávøkst) ”Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt
5
tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst Jóh- 15,16. e. At gera nakað fyri Gud. ”Far! Tí hesin (Paulus) er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn. Ap. 9,15.
Prædistination:
Orðið frammanundan tilskilað (pro-orizo) kemur 6 ferðir fyri í N.T.:
Róm. 8,29; Róm. 8,30; Ef. 1,5; Ef. 1,11; Áp. 4,28 og 1. Kor. 2,7.
Róm. 8,29: ”Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.” Róm. 8,30: ”Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.”
Ef.1,5: ”Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns ”
Ef.1,11: ”Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til (pro-orizó) tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns”
Áp. 4,28: ” – til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda.”
1.Kor. 2,7: ”Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd.”
Tey fýra fyrstu skriftstøðini siga at Gud tilskilaði okkum frammanundan: 1) at verða gjørd lík mynd Sonar Síns
2) at dýrmeta okkum.
3) at geva okkum sonakor hjá Sær
4) at geva okkum arvalut,
Av omanfyri nevnda gongur týðiliga fram, at einki her verður nevnt um frelsu, glatan, lív ella deyða, himmal ella helviti, men um hvørjar høgar ætlanir Gud frá ævunum hevði við teimum, sum søgdu ja til kallið og soleiðis vóru í Kristusi.
Tey tvey seinast nevndu skriftbrot: Áp.4,28: og 1.Kor.2,7 umrøða ikki trúgvandi, men Guds ráð og vísdóm.
H.A. Ironside skrivar: “Far sjálvur og les í Bíbliuni tey bæði skriftbrotini har orðið tilskila ella predestinera verður brúkt um trúgvandi. Tað fyrra er Róm. 8,29-30, og hitt seinna er Ef.1,5 og 11. Tú leggur til merkis, at har eru ongar tilvísingar til hvørki himmal ella helviti, men til at gerast lík Kristusi.
Ongastaðni í skriftini verður okkum sagt, at Gud tilskilaði ella predestineraði ena mennisku at verða frelst og ena aðra at glatast. Menniskju verða frelst ella æviga glataði, vegna teirra hugburð mótvegis Harranum Jesusi Kristi. Tilskilanin ella predestinatiónin merkir, at ein dag fara øll tey frelstu at gerast lík Harranum Jesusi”.
6
Skriftstøð, sum Calvinistarnir leggja stóran dent á, eru hesi:
a. Róm. 12,3; b. 1. Kor. 12,9; c. Gal. 5,22; d. Ef. 2,8; e. Áp. 13,48; f. Róm. 9; g. 1. Pet. 2,8; h. Róm. 8,28-30; i. Jóh. 10,1-18; j. Jóh. 17,6-19 k. 2.Tess. 2,13.
Latið okkum hyggja nærri at hesum skriftbrotum:
a. Róm. 12,3: “Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.”
b. 1. Kor. 12,9: “øðrum trúgv – í sama Anda – øðrum gávur at grøða – í sama Anda – ,”
c. Gal. 5,22: “Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti (kann eisini yvirsetast: trúgv),”
Hesi trý ørindi tala um trúgv, men tað er týðiligt og greitt, at tað ikki er talan um trúgv til frelsu, men um trúgv í samband við lív okkara sum kristin.
d. Ef. 2,8: “Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,”
Her læra Calvinistarnir, at tað er trúgvin, sum er gáva Guds, og tað er Gud sjálvur, sum avger, hvør skal fáa hesa gávu.
Hetta fær ikki verið rætt út frá einum málsligum (grammatiskum) sjónarhorni. Orðið Trúgv (písteos) er kvennkyn (eins og á føroyskum), meðan orðið tað (túto i setninginum: ”Og tað ikki av tykkum sjálvum”) er hvørkikyn (eins og á føroyskum), og kann tí ikki sipa til orðið trúgv, men á heildina í setninginum: frelst av náði við trúgv.
Um tað var trúgvin, sum var gáva Guds, skuldi staðið: “Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, hon er gáva Guds,” Soleiðis stendur tað ikki, hvørki á grikskum ella føroyskum, men: ”tað er gáva Guds”. Tí gáva Guds til okkum menniskju er: Frelsa av náði við trúgv.
Calvinistarnir siga, at tá menniskjan av náttúru er andaliga deyð, er tað fullkomiliga ómøguligt hjá henni at trúgva ella gera nakað annað, sum Gudi hoyrir til, tí tey eru ikki før fyri tí, líka lítið, sum ein deyður lutur kann gera nakað tílíkt.
Hetta er rætt, men Harrin Jesus segði: ”Táið Hann (Heilagi Andin) kemur, skal Hann sannføra heimin (øll) um synd, rættvísi og dóm“ Jóh. 16,8.
Her síggja vit, at Heilagi Andin kann sannføra ein andaliga deyðan heim. Hetta er Andans verk.
Hyggja vit at líknilsinum um sáðmannin í Matt. 13, síggja vit, at um enn jørðin var steindeyð og ikki kundi bera nakran ávøkst av sær sjálvari, so hendi nakað undurfult, tá hitt livandi sáðið var sáðað í hana. Hon bar ávøkst. Var einki sáð sáðað, varð eingin ávøkstur.
Sáð Guds er hitt livandi Orðið. Skylda okkara er at sáa tað allastaðir.
7
e. Áp. 13,48: “Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til ævigt lív.”
Orðið ætlað til (á grikskum: tetagmenoi stavar frá orðinum tasso) er eitt annað orð enn tað, sum verður brúkt í samband við tilskilan frammanundan (á grikskum: pro-orizo).
Í bókini The Bethany Parallel Commentary on The New Testament hevur Adam Clarke fylgjandi viðmerking til umrødda skriftstað: “Sama hvat orðið tetagmenoi (tasso), enn kann merkja, so inniheldur tað einki, sum sipar til tilskilan frammanundan ella prædistination. Sagnorðið tasso merkir at placera, stilla upp, ordna, avgera, geva seg til.
Meðan jødarnir í Antiokia í Pisidia Áp. 13,43-52 mótsøgdu Paulusi og spottaðu, vóru nakrir gudræddir trúskiftingar, sum fylgdu Paulusi.
Tað er um hesar gudræddu heidningar, at sagt verður í ø. 48: “Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til (tasso) ævigt lív.”
Adam Clarke sigur: ”Hóast orðið tasso her í Áp. 13,48 er yvirsett ymiskt, í ymiskum bíbliutýðingum, so eru av øllum teimum meiningum, sum eru lagdar í orðið, eingin, sum samsvarar verri við tess náttúru og kenda týdning, enn tann, ið gevur tí týdningin, at nøkur eru ætlaði ella prædistineraði til ævigt lív. Hetta er ikki meiningin við orðinum og skuldi ongatíð verði brúkt um tað.”
Í samband við viðmerkingarnr hjá Adam Clarke, kann tað hava áhuga, hvussu sama orð (í ind.activ formi) verður yvirsett í 1. Kor. 16,15: “Eg áminni tykkum, brøður – tit kenna tey hjá Stefanasi, at tey eru frumgróður Akaia, og at tey hava givið seg sjálv (tasso) hinum heiløgu til tænastu –”
Tey málkønu siga, at trupuleikin við Áp. 13,48 er, at sagnorðið tasso her hevur sniðið: tetagmenoi, sum bæði kann vera passiv tolsøgn og eisini miðalsøgn (á enskum eitur miðalsøgn, middle voice. (In middle voice the subject initiates the action).
Lenski sigur, at orsøkin til, at tann passivi formurin er valdur í teim flestu bíbliu-yvirsetingum í tí vestligu kirkjuni, er tí, at kirkjufaðirin Jeronimus, broytti í síni látínsku bíbliu-yvirseting Vulgata, tann gamla látínska formin av grikska orðinum tasso, frá: destinati ella ordinati til : praeordinati, sum merkir tilskilað frammanundan (avgjørt frammanundan, forudbestemt), fyri at gera trúnna og frelsuna til eina prædistinereða æviga avgerð.
Augustinus og tann vestliga kirkjan blivu ávirkaði av hesi broyting. Tann Griksk Ortodoksa kirkjan, hvørs móðurmál var grikskt, hevði ongar trupuleikar við tí látínsku yvirsetingini og broyttu ikki sína uppfatan av hesum ørindi.
Í Studie-Bibelen stendur at tetagmenoi er í passivum formi, t.v.s. at ein 3. pers. (Gud) uttan fyri bólkin hevði ætlað teimum ævigt lív.
Hetta nýtist ikki, at vera rætt, tí á grikskum kann ein ikki altíð (eins og á føroyskum) síggja munin á, um eitt orð stendur í tolsøgn ella í miðalsøgn, middle voice.
Hetta er nevnliga galdandi fyri orðasniðið tetagmenoi, ið bæði kann vera tann passivi formurin, eins væl og miðalsøgn. Tí kann sigast við líka so stórum rætti, at tetagmenoi er miðalsøgn av tasso.
Móðirmálsorðabókin lýsir miðalsøgnina soleiðis: “Miðalsøgn er eitt sagnorðasnið, sum hevur endingina -st (og sum sigur, at ein, tvey ella fleiri gera nakað við seg sjálvan ella við hvønn annan)”. Talan er ikki um ein uttanfyristandandi 3. persón, sum ger nakað, men at luttakararnir í bólkinum sjálvir gera nakað.
Vit kunnu siga: tey sessast (tey seta seg) ella tey vóru sessast (tey høvdu sett seg niður).
8
Her gera luttakararnir í bólkinum ikki nakað við hvønnannan, men teir gera nakað við seg sjálvan, nevnliga teir seta seg niður. Eingin uttan fyri bólkin ger nakað við tey.
Tað er hetta sniðið av miðalsøgn, sum grikska orðið tetagmenoi eisini hevur.
Teir gudræddu trúskiftingar í Áp. 13,43 høvdu nevnliga givið seg sjálvan til ævigt lív. Tað var orsøkin til, at teir fyrst høvdu vent sær frá heiðinskapinum til jødadómin, tí teir søktu tað æviga lívið í gudsótta.
Samanber við Róm 2,6-7: ”Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara. Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika”.
Ein betri yvirseting av Áp. 13,48 vildi møguliga verið: “Tá heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans, og tey tóku við trúgv, so mong, sum høvdu givið seg sjálvan til ævigt lív.”
f. Róm. kap. 9. Av hesum skriftbroti koma Calvinistarnir til ta niðurstøðu, at Jákup var útvaldur til Himmalin, meðan Esau var útvaldur til glatanina.
Men soleiðis stendur tað ikki í Bíbliuni.
Róm. 9,1-24 lýsir ikki frelsu og fortaping, men Guds einavaldandi viðgerð av Ísrael og heidningunum í teimum ymisku tíðarhúshaldunum.
Jákup varð útvaldur til eina uppgávu, nevnliga at vera ein av ættarfedrunum (patriarkunum), sum skuldu bera víðari vælsigningarnar og lyftini, sum Gud hevði givið Ábrahami. Esau varð vrakaður til hesa uppgávu.
Meiningin í ørindi 13: “Jákup elskaði Eg, men Esau hataði Eg.“ kann tykjast ring at skilja. Tað kann kortini vera ein hjálp, um vit halda hesum saman við orð Jesusar: “Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við – hann kann ikki vera lærisveinur Mín.” Luk. 14,26.
Tað er greitt fyri okkum, sum kenna Harran Jesus, at hann ongantíð meinti og ynskti, at vit skuldu ganga runt og hata nakað menniskja og tá minst av øllum okkara nærmastu. Frágreiðingin er hon, at vit her hava við eina hebraiska málisku, har orðið hata verður brúkt til, at strika undir tann mótsetta sannleikan og lýsa hvussu nógv ein elskar hin persónin: “Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur;” Matt.10,37.
g. 1. Pet. 2,8: “hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað.”
Tað, sum hesum var ætlað, var ikki til ólýdni móti orðinum, men fylgjunum av sínum ólýdni, nevnliga at snáva um hornasteinin.
h. Róm. 8. 28-30: Róm.8 28 ”Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað. 29Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. 30Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.”
9
Orðingin eru kallað merkir, at tey høvdu svarað kallinum ja. Eingin ivi kundi vera um tað her, tí tað sást sjónliga, at tey bóru ávøkst Andans: tey elskaðu Gud.
Hetta er raðfylgjan: Fyrst kall, síðani útveljing og prædestinatión.
“Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst!” 2.Pet. 1,10.
Orðalagið eftir ráði Guds verður nærri útgreina í ø. 29-30: 29Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. 30Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.”
Ef. 1,5 og 11 siga nakað tað sama: ”Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns” Ef.1,5 og ”Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til (pro-orizó) tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns” Ef. 1,11.
The Wycliffe Bible Commentary sigur um setningin: ”Tí tey, sum Hann frammanundan kendi,”: Fornavnið tey er fleirtal. Her stendur ikki tann. Paulus hugsar her um ein bólk av einstaklingum, sum saman mynda eina heild. Hesi eru júst tey somu, sum í Ef. 1,4: ”eins og Hann útvaldi okkum í Honum”
Sagnorðið kendi hevur sum sína grundleggjandi merking kunnleiki. Bólkurin av einstaklingum, t.e. limirnir í samlaðu heildini eru kendir frammanundan, sum havandi eitt serstakt pláss í ætlan ella ráði Guds. Róm. 8,28. Hvør er teirra lagna? 29Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður” Avgerð Guds her er, at tey, sum mynda henda bólk, skulu verða gjørd lík Syni hansara í skapi og útsjónd. Gud avgjørdi frammanundan, at tal teirra skuldi ikki vera lítið; hetta fyri at Sonur hansara kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.
Æviga ráð Guds frammandundan var, at tey, sum fóru at siga ja til kall Hansara, vildi Hann gera lík mynd Sonar Síns. Tey vildi Hann eisini rættvísgera og at enda dýrmeta.
Vit mugu ikki blanda alvitsku Guds saman við hansara tilskilan frammanundan ella hansara útveljing.
Hin ævigi Gud kennir endan áðrenn, vit hava sæð byrjanina.
Vit kunnu royna, at taka eina ófullkomna mynd: Nøkur seta seg við sjónvarpið, at hyggja eftur einum filmi. Hinum óvitandi, hevur tann eini sæð filmin frammanundan. Hesin persónur kann, meðan filmurin verður sýndur, alla tíðina koma við viðmerkiingum, sum so við og við ganga út, ikki tí, at hann avger tað, men tí hann hevur eina vitan, sum hini ikki hava. Hetta er júst tað, sum hin ævigi altvitandi Gud hevur.
Hvørji hesi menniskju eru, sum fara at svara kallinum ja, má ein alvitandi Gud kenna frammanundan.
Í hesum sambandi er helst rætt, at minnast til, at Harrin Jesus útvaldi tólv menn til eina ávísa uppgávu. Ein teirra útvaldu fór kortini fortaptur, ikki tí, at hann var útvaldur til fortaping, men Harrin, sum kennir hjørtuni og vitsti, at hann var ein djevul (Joh. 6,70), kortini útvaldi Judas til eina álitis-uppgávu við øllum forrættindum og møguleikum fyri umvending.
10
i. Jóh. 10:3”Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út. 4Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara..”
Her siga calvinistarnir, at Jesus kendi frammanundan sín egna seyð við navni, tí Gud hevði útvalt seyðin (tey).
Vit lósu 4”Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín,”
Hetta gevur okkum eina fatan av eini tíðaravmarkaðari tilgongd, sum endar við, at allur seyður hansara er leiddur út.
Jóhannes Doyparin var duravaktarin, sum lat upp dyrnar fyri Jesusi inn í seyðahúsið t.v.s. ta jødisku tjóðina. smb. Jóh. 1: 6”Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes. 7Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum. 8Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. 9Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin”. og Jóh. 1,29: ”Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín, og segði: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!”
Í jødisku tjóðini vóru altíð nøkur fá menniskju, sum óttaðust Gud.
Vit lesa í seinastu bókini í G.T.: ”16Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara. 17Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.” Mal. 3,16-17.
Tað er givið, at Gud kendi nøvn teirrra, tá minnisbókin varð skrivað.
Í byrjanini í N.T. lesa vit eisini um gudsóttandi fólk, t.d. Símeon og Anna dóttir Fanuel. Luk. 2,25-38. Tað vóru slík gudsóttandi menniskju, sum kendu hirðans rødd og komu út til hansara.
Jesus sigur víðari í Jóh.10:16Eg eigi eisini annan seyð, sum ikki hoyrir til hetta seyðahúsið; eisini hann skal Eg leiða; hann skal hoyra rødd Mína, og eitt fylgi skal verða, og ein hirði.” Hetta sipar til heidningar, har Gud eisini hevði nøkur, t.d. hin kánaneiska kvinnan í Matt.15,22. og Kornelius við øllum húsi hansara. Áp. 10.
Setningurin: ”eitt fylgi skal verða, og ein hirði.” sipar til samkomuna, likam Kristusar, sum varð stovnað við dópi Heilaga Andans, smb. 1.Kor. 12,13: Tí við einum Anda vóirðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar,”
j. Jóh. kap 17: Harrin Jesus stendur her samn við teimum 11 lærusvinunum, sum eftir vóru, eftir at Judas var farin fyri at svíkja Hann. Tað sær ikki út til at onnur menniskju eru til staðar hesa løtu, tá Hann biður kendu høvuðsprestabønina.
Í ørindunum 6.- 19 biður Jesus serstakliga fyri lærusveinum sínum:
Jóh. 17:6Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum (monnum, Dahl), ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey (teir Dahl) vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey (teir Dahl), og tey (teir Dahl) hava hildið orð Títt. … 9Eg biði fyri teimum; Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey (teir Dahl) eru Tíni. ….. 11Eg eri ikki longur í heiminum, men hesi (avtoi = teir ella hesir) eru í heiminum – og Eg komi til Tín. Heilagi Faðir! Varðveit tey (avtus = teir) í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær, so tey (teir) kunnu vera eitt, eins og Vit! 12Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey (teir) í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; …18Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini
11
Eg sent tey (avtus = teir) í heimin.19Eg halgi Meg sjálvan fyri tey (teimum), fyri at eisini tey (teir) skulu vera halgað í sannleikanum.”
Calvinistarnir vísa á hetta brotið fyri, at prógva, at Gud frá ævunum útvelur menniskju til frelsu og síðani gevur Harranum Jesusi tey.
Lærusveinarnir vórðu beinleiðis útvaldir til uppgávuna, at vera lærusveinar Jesusar. Gud gav Soninum hesar menn. Henda útveljing var ikki til frelsu, men til eina uppgávu. Judas var eisini útvaldur til uppgávuna, men fór kortini fortaptur! Hví? Tí sannleikin, sum Jesus sigur um hinar 11 lærisveinarnar í Jóh. 17,8 ongantíð kundi sigast um Judas:”Tí orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum (autois), og tey (autoí = teir) hava tikið við teimum og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey (teir) hava trúð, at Tú hevur sent Meg.” Hetta kundi ongantíð sigast um Judas.
Jóh. 17,12: ”Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey (teir) í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey (teir), og eingin av teimum fortaptist – uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. ”Her sipar Harrin Jesus til Sálm 41,10: ”Ja, um tað so er vinur Mín, sum Eg leit á, hann, ið át breyð Mítt, so hevur hann lyft hælinum móti Mær” Dávid talar her profetiskt um Judas.
Jesus biður í Jóh. 17,20-21: ”Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg – at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær – at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg”. Henda bøn svarar til Jóh. 10,16b: ”og eitt fylgi skal verða, og ein hirði” og varð uppfylt við dópi Heilaga Andans á Hvítusunnu.
Harrin Jesus biðjur her fyri teimum, sum í framtíðini fara at koma til trúgv á Harran Jesus gjøgnum evangeliuboðskapin: 20Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg – ”
Her sigur orðar Jesus seg heilt øðrvísi enn frammnundan. Her sigur hann ikki: ”fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru (ella eru) Tíni,” Hví sigur Jesus ikki hetta?
Um Gud hevði útvalt hesi menniskju frá ævinleikanum, skuldi eingin munur verið á, um tey livdu, tá henda bøn varð biðin ella, tey fóru at koma til trúgv í framtíðini..
k. 2.Tess,2:13Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan.
Fleiri bíbliu-umsetingar hava eina aðra orðing, sum siga at Gud hevði avgjørt, at tey í Tessalonkika skuldu verða millum tey fyrstu ella frumgróðurin av frelstum. Aftur her er talan um ein bólk (samkomuna) og ikki um, at Gud hevði útvalt hvønn einstakan til frelsu. Niðanfyri skulu nevnast 10 dømir:
The Wycliffe Bible Commentary:
“Some manuscripts read first fruits for from the beginning. This reading, adopted by some editors (e.g. Nestle, Moffat), would be fitting, because the Thessalonians were among the earliest of Paul´s Eurpean converts.
12
The Interlinear Greek-English New Testament Marshall´s literal English translation with the Nestle Greek text : “But we ought to thank God always concerning you, brothers having been loved by (the) Lord, because chose you God firstfruit to salvation by sanctification of spirit and faith of(in)(the) truth.”
NIV – New International Version: But we ought always to thank God for you, brothers and sisters loved by the Lord, because God chose you as firstfruits* to be saved through the sanctifying work of the Spirit and through belief in the truth.
NLT New Living Translation – As for us, we can’t help but thank God for you, dear brothers and sisters loved by the Lord. We are always thankful that God chose you to be among the first to experience salvation–a salvation that came through the Spirit who makes you holy and through your belief in the truth.
ESV English Standard Version – But we ought always to give thank to God for you, brothers beloved by the Lord, because God chose you as the firstfruits” to be saved, through sanctification by the Spirir and belief in the truth.
CEB Common English Bible. But we always must thank God for you, brothers and sisters who are loved by God. This is because he chose you from the beginning to be the first crop of the harvest. This brought salvation, through your dedication to God by the Spirit and through your belief in the truth.
WYC Wycliffe But, brethren loved of God, we owe to do thankings evermore to God for you, that God chose us the first fruits into health, in hallowing of Spirit and in faith of truth; [Forsooth we owe to do thankings evermore to God for you, brethren loved of God, that God chose us primacies, or first fruits, into health, in hallowing of Spirit and faith of truth;]
RHE Douay-Rheims Catholic Bible But we ought to give thanks to God always for you, brethren, beloved of God, for that God hath chosen you firstfruits unto salvation, in sanctification of the spirit and faith of the truth:
The amplified Bible:
“But we, brethren beloved by the Lord, ought and are obligated (as those who are in debt) to give thanks always to God for you, because God chose you from the beginning (to be the firstconverts) for salvation through the sanctifying work of the (Holy) Spirit and (your) belief in – adherence to, trust in and reliance on the Truth.”
Bibeln (1981) (svensk):
“Men vi måste alltid tacka Gud för er, bröder som Herren älskar. Ty Gud har utsett er att vara de första som skall räddas* genom att ni helgas i er ande och tror på sanningen”
Spurningurin er ikki um Gud útvelur nøkur t.d. Ábraham og Paulus til ávísar uppgávur, tí tað ger hann.
Men spurningurin er, um Gud útvelur einstaklingar til æviga frelsu, og tey, sum hann ikki útvelur, so av sær sjálvum eru dømd til æviga glatan. Tað ger hann ikki.
Armianistarnir leggja so stóran dent á fría vilja menniskjunar, at menniskjan sjálv kann avgera um og nær hon tekur í móti Kristusi. Við hesum sjónarmiði verður frelsan sera viðbrekin og ótrygg. Tí so nógv stendur upp til menniskjuna sjálva, at gera av og virka.
Her verður frelsan ein reversibul reaktion, sum kann ganga báðar vegir. Frelsan kann tí verða líknað við eina reiggju ella eina dandu. Viðhvørt ert tú uppi, og viðhvørt ert tú niðri. Avgerandi er tí, at tú ikki ert niðri, tá tú fert hiðani av foldum, tí so hevur tú mist frelsuna og fert fortaptur.
Calvinistarnir hinvegin gleðast um the Preserverance of the Saints, sum teir grunda á Guds einavaldandi útveljing, sum ikki kann broytast.
13
Bíblian lærir æviga frelsu, ikki vegna útveling, men vegna tað verk Gud ger í og fyri ein syndara, sum í trúgv tekur í móti Harranum Jesusi Kristi. Vit skulu hyggja nærri at hesum:
Hvat hendir, tá ein tekur í móti Kristusi í trúgv ?
1. Hann verður barn Guds : Jóh. 1,12-13; 1.Jóh.3,1-2; Gal. 3,26.
2. Hann verður føddur av nýggjum ella omanfrá: Jóh.3,3,7.
3. Hann verður føddur av óforgeingiligum sáði: 1.Pæt. 1,23; Sálm. 119,89; Jóh.3,5.
4. Hann fær guddómliga náttúru: 2.Pæt. 1,4.
5. Hann fær ævigt lív, (ævigan faðir, óforgeingiligt sáð og guddómliga
náttúru): Jóh. 3,15-16, 36; 10,27 – 30; 1.Jóh.5,13;
6. Harrin leggur hann á herðar sínar og ber hann sjálvur heim: Luk.15,1-7.
Mista lambið liggur á báðum herðum Hansara, meðan harraveldi hvílir á øksl hansara: Es. 9,6. 7. Harrin innsiglar sína dýrkeyptu ogn: Ef. 1,13; 2.Kor. 1,22; Ef. 4,30.
8. Hann fær pant upp á hin himmalska arvin : Ef. 1,14. 1.Pæt. 1,3-4.
9. Hann verður doyptur í Heilaga Andanum til at vera eitt likam: 1.Kor.12,13. Róm. 8,9.
10. Hann verður tempul Heilaga Andans: 1.Kor. 6,19; 2.Kor. 6,16; Ef. 2,19-22; 1. Pæt. 2,4-5.
11. Hann verður fagnaður (væl móttikin) av Gudi í Kristusi: Ef. 1,6. smb. 2.Sám.9,1-10.
12. Hann verður reistur upp við Kristusi og settur við Honum í hin himmalska heimin: Ef. 2,6. 13. Hann verður rættvísgjørdur: Róm. 5,1. Heb. 10,14.
14. Eingin fordøming er longur fyri hann : Róm. 8,1, 34-39.
15. Sál hansara er trygt og fast ankrað innan fyri himmalska forhangið. Heb. 6,17-20
Í somu løtu ein syndari tekur í móti Harranum Jesusi í trúgv, ger Gud øll omanfyri nevndu stig, sum eingin menniskja kann broyta
Frelsan er tí ikki reversibul, men irreversibul, eins og eitt kókað egg ikki kan venda aftur til sína fersku støðu, tí tað er farið gjøgnum eina irreversibla tilgongd..
Bøn mín til Harran er, at henda gjøgnumgongd av stóra og umstrídda evninum: Útveljing og Tilskilan frammanundan má verða ein hjálp fyri ein ella annan, som stríðist við hugsanina, um viðkomandi er millum tey útvaldu og tilskilaður frammanundan til frelsu ella er millum tey fordømdu sum glatast.
Mátti hetta eisini eggja okkum til, at sáa hitt livandi sáið út til andaliga deyð og vónleys menniskju, og í áhaldandi bøn biðja Faðirin um, at draga hesi til Harran Jesus, tí “Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann;” Jóh. 6,44.
Gevi Gud okkum í náði síni størri ljós yvir hetta torføra evni, og fram um alt varði okkum frá Satans óndu pílum, sum altíð royna, at skapa split, men at vit leggja okkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins. KJN
14